FORMUR
UTTAN INNIHALD – ELLA FYRST INNIHALD, SO FORMUR
Tað
hevur verið hildið, at hetta er ein diskussión, um vit skulu hava forskúlar
ella ikki, so einfalt er tað ikki, spurningurin er meira, hvussu vit skipa árið
millum 6 og 7 hjá børnunum. Tað má vera fáur, ið ivast í, at okkurt slag av
tilboði - ið hvørki er dagstovnur ella skúli - skal verða til tey har, okkurt slag av brúgv.
Tað
er - í øllum førum ikki frá mínar síðu –
ein spurningur um, at nakað skal gerast, men meira ein spurningur um, hvussu
vit gera tað. Tað, ið býður mær ímóti er, at hetta nú bara verður gjøgnumført
eftir einum ávísum leisti, sum summi allarhelst halda er góður, men tað hevur
bara ongantíð verið diskuterað við partarnar, hvussu vit skipa hetta árið, og
hví tað verður skipað, sum tað verður summastaðni beint nú. Einasta eg kenni
til, er eitt álit frá Eysturkommununi, og alt gott at siga um Eysturkommunu,
men tað kann ikki verða hon, ið einsamøll skal avgera, hvussu tilboðini til tey
6 til 7 ára gomlu skal skipast í øllum landinum. Og er nøkur faklig eftirmeting
gjørd av teimum forskúlaroyndum, ið eru gjørdar? Eg havi so ikki sæð nakra, men
sjálvandi kann verða at slík er til uttan at eg veit um tað, men so kanska
onkur fortelur mær tað, so eg kann lesa eftirmetingina. Men tað ber ikki til at
fara víðari í hesum máli, fyrr enn allir møguleikar eru diskuteraðir, og ein
eftirmeting – fakliga væl grundað – er gjørd av teimum tilboðum, ið eru til tey
6 til 7 ára gomlu.
Hetta
er ikki ein ósemja um form, men nógv meira ein prinsipiel diskussión um, hvat
vit vilja við okkara børnum og hvussu vit gera tað. Tað ber ikki til at fara
inn í hetta, sum eitt slag av konfliktloysn – nú mugu tit syrgja fyri at
semjast pedagogar og lærarar - men
heldur, sum rætt er, at diskutera innihald.
Og
tað er ikki ein spurningur um konflikt, men um at nøkur seta teirra dagsskrá um,
hvussu forskúlar skulu skipast, fremst, uttan at hava diskuterað tað við onnur
fakfólk. Tað, at tey finsku børnini ikki fara í forskúlar, men í eina skipan
fyri tey 6 til 7 ára gomlu, eina skipan, ið er á dagstovnunum, er ein ógvuliga
prinsipiellur munur, í mun til tað uppskotið Mentamálaráðið arbeiðir við.
Hetta
líkist diskussiónini um, nær børnini skulu fara í skúla. Í 2011, sigur
Fólkaskúlaráðið í tilmælinum um sernámsfrøði á s. 11:
”
Vit mæla til, at børn fara í skúla eitt
ár fyrr enn nú.”
Tað
kann gott vera, at so skal verða, men problemið, hjá Fólkaskúlaráðnum er, at
har er eingin faglig argumentatión aftanfyri. Tað skal bara verða so.
Rætt
er, at tað á s 21. í sama áliti hjá Fólkaskúlaráðnum stendur:
“Í Føroyum
koma børn seint í skúla í mun til lond, vit annars samanbera okkum við. Vit
vilja út frá einum sjónarmiði um fyribyrgjandi serundirvísing (sí s. 2.) mæla
til, at øll børn sleppa í skúla í árinum, tá ið tey fylla 6 ár.
Nú
er tað bara so, at vísindaliga ella samfelagsliga eru tað ongar haldbarar
grundgevingar fyri, at børnini verða betri fyri av at fara eitt ár fyrr í
skúla, tíansheldur læra meira av tí. Tú skuldi væntað av Fólkaskúlaránum, at
tað kom við væl grundaðum tilmælum. Gott nokk er argumentatión, at so minkar
serundirvísingin, hvar tey hava hatta frá veit eg ikki. Men í okkara
grannalondum, ið hava lækkað skúlaaldurin, er talið av teimum, ið fá serundirvísing
ikki júst blivið minni.
Tað er enn, sum fyrr, hvat børnini møta í skúlanum, ið
er avgerðandi fyri teirra trivnað og læring, heldur enn nær tey byrja í
skúlanum.
Hvussu
vandamikið slíkt er, sæst í hesum døgum, nú útvarpið – í sambandi við
fyrispurningin hjá Gunvør Balle um forskúlar - upp í saman hevur endurtikið hesa
niðurstøðuna hjá Fólkaskúlaráðnum, sum um eingin annar sannleiki er, so
vandamikið er tað, at koma við meir ella minni ógrundaðum niðurstøðum.
Og
í Finnlandi fara børnini enn sum fyrr í skúla sum 7 ára gomul, tilboðið, ið er
til tey 6 til 7 ára gomlu, er øðrvísi enn
tann forskúli Bjørn Kalsø tosaði um í løgtinginum mikudagin.
SO TAÐ ER EIN SPURNINGUR UM AT
DISKUTERA INNIHALD, TÍ AT TANN DISKUSSIÓNIN AVGERÐ FORMIN, OG TA FYRRU
DISKUSSIÓNINA HAVA VIT IKKI HAVT, TAÐ ER HON, IÐ MANGLAR.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar