Das Was ein Vorspiel nur, dort wo man Bücher verbrennt,
verbrennt man am Ende auch Menschen.”
Heinrich
Heine sitat úr sjónleikinum Almansor
(1821)
Tann 10. mai var ein
minnisdagur, ið vit áttu at havt givið líka so stóran ans, sum mammudagurin í
dag. Hetta var dagurin fyri stóra bókabálið í nazistiska Týsklandi í 1933, á
bálið vórðu koyrdir høvundar, sum vórðu hildnir at hótta týskan tjóðskap og
týskan fólksligan samleika, millum hesar høvundar vóru m.a.: Heinrich Mann, Klaus Mann,
Kurt Tucholsky, Emil Ludvig, Alfred
Kert, Franz Kafka, Joseph Roth, Heinrich Heine, Remarques o.s.fr.
Í sambandi við hesa
bókabrenningina skrivaði Joseph Goebbels í Die
Zweite Revolution:
"Sonn nationalsosialisma er instinkt, og ikki vitan.”
Alt hetta nazistiska harræðið móti tankum, bókum og menniskjum fyri kríggið, hevði við sær, at millum 1934 og
1940, flýggjaðu um ein hálv millión intellektuel: vísindafólk, høvundar,
listafólk, sjónleikarar o.s.fr. úr Týsklandi og Eysturríki. Týskland er
ongantíð seinni komið seg eftir hesa hópflýggjan av andaligari megi.
Frammanfyri Humbolt
universitetið í Berlin er í dag minnisvarðin hjá Micha Ullman fyri bókabrenningini í Berlin 10. mai 1933. Har
stendur hetta kenda sitatið hjá Heinrich Heine úr sjónleikinum Almansor (1821): Das Was ein Vorspiel
nur, dort wo man Bücher verbrennt,
verbrennt man am Ende auch Menschen.” ( Hetta var bara eitt forspæl, har, ið
mann brennir bøkur, brennir mann til síðst eisini menniskju).
Librettoin til henda sorgarleik
í Týsklandi kenna vit øll, men hvussu sær út hjá okkum í Føroyum?
Í lesarabrævi 25. mars 2013,
sigur Bill Justinusssen, løgtingsmaður, soleiðis í lesarabrævi:
Í farnu viku kom hvøkkur á mong foreldur, sum hava
børn á dagstovni. Í tíðindasendingini Degi og Viku greiddu limir í felagnum
fyri samkynd og onnur kynd frá, at ein ávís bók er at finna í dagstovnum kring
landið. Bókin er hvørki spennandi ella innihaldsrík. Hon kann á ongan hátt
javnmetast við fittu smábarnabøkurnar um Flekk hjá Eric Hill ella Mumi-bøkurnar
hjá Tove Jansson. Mest av øllum líkist bókin eini skipaðari roynd at greiða
okkara minstu, sum enn ikki eru farin í skúla, frá, at tað m.a. er í lagi at
vera samkyndur. At alt er normalt og at øll eru normal uttan mun til frávik.Tað tykist fyri nøkur fá at vera sera umráðandi at leggja hetta lítla sáðið
í óspiltu og fruktagóðu barnasálina. Børn hjá foreldrum, sum í góðari trúgv
lata námsfrøðingunum børn síni í varðveitslu. “Hetta er so meinaleyst – ein
fitt lítil bók við litføgrum blýantstekningum og stuttum undirtekstum. Hetta
kann ikki gera nakran skaða...” er boðskapurin frá teimum meiri líkasælu. Jú,
lítla sáðið er meinaleyst, so leingi sum tað ikki festir røtur og fær frið at
vaksa. Men fær tað frið, fær tað við tíðini sterkar røtur og veksur seg stórt
og sterkt. Og broytir landslagið
...
Talan er uttan iva um eitt mistak, sum lættliga kann
rættast. Tí skal tað vera mín staðiliga áheitan á bæði bókadeildina og á
dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina burtur, áðrenn foreldur
venda sær móti stovninum. Tað vildi verið spell, tí
væl ber til at loysa trupulleikan í friði og náðum.
...
Tað er álvarsligt at siga børnunum hjá øðrum, hvat er rætt og skeivt, uttan at foreldur teirra eru vitandi um tað. Dagstovnalógin er trygd og verja móti øllum slíkum, og tí liggur ein stór ábyrgd á kommununum og landsstýrismanninum at røkja sínar eftirlitsuppgávur til lítar.
“Tað tykist fyri nøkur fá
at vera sera umráðandi at leggja hetta lítla sáðið í óspiltu og fruktagóðu
barnasálina.”
Hvørji eru so hesi fáu, ið hava lúnskar
ætlanir um at oyðileggja óspiltu og fruktagóðu barnasálina? Tey kunnu vera
mong, um tað eru øll tey, ið ikki eru samsint við Bill.
“Talan er uttan iva um eitt
mistak, sum lættliga kann rættast. Tí skal tað vera mín staðiliga áheitan á
bæði bókadeildina og á dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina
burtur, áðrenn foreldur venda sær móti stovninum.”
Beinið hasa bókina burtur,
áðrenn nakað verri hendir tykkum.
Tað ófrættakenda í hesum
gerst týðuligt:
“Dagstovnalógin er trygd og
verja móti øllum slíkum, og tí liggur ein stór ábyrgd á kommununum og
landsstýrismanninum at røkja sínar eftirlitsuppgávur til lítar.”
Ikki bara kemur illimaður eftir
tykkum, men eisini landsins myndugleikar fara at syrgja fyri, at bert tær “røttu”
bøkurnar eru á stovnunum.
Og í vikuni, ið fór, er so Jenis av Rana, tingmaður úti við líggjanum.
” Tey (LGBT) hava ógvuliga ringt við at halda seg
til sannleikan tey manipulera allatíðina.”
Jenis
av Rana í Degi og viku
Støðutakanin
hjá miðflokkinum byggir á hvat hann, ið hevur skapt okkum sigur um hatta
(homosexuel).
Jenis
av Rana í Degi og viku
Í
lesarbrævi 9. mai 2013 sigur Jenis av Rana:
“Forsíðan á
Dimmu týsdagin kunnger úrslitið frá einari Gallup kanningini, sum er bíløgd (
og konstruerað? ) av felagsskapi teirra, sum velja at kalla seg
homosexuell.“
“Greið tala, verður tú leiddur at hugsa, um tú bert lesur yvirskriftir ella skjótt skimmar grein og tøl ígjøgnum. Men vágar tú tær at kanna grundarlagið nærri, sært tú eina ósmædna og freka roynd at fuppa seg til eitt ynskt úrslit.”
“Samanumtikið
eitt klassadømi um, hvussu tú manipulerar og villeiðir! Ófatuligt at einki
klókt høvd á Gallup gjøgnumskoðar slíkt!”
Nú
veit eg ikki rættiliga hvør manipulerar hvønn , tá ið Jenis sigur:” felagsskapi teirra, sum velja at
kalla seg homosexuel. “ So leggur hann har í, at tað er eitt val og ikki
eitt vanligt fyribrigdi. Hesi fólkini hava sjálvi valt at vera óvanlig. Tí
er eisini loyvt at vera eftir teimum, og gera tey til “ikki menniskju”.
Einaferð í 19 øld segði fólkatingstingmaðurin Søren Kjær (1827-1893) í einum kjaki:
” Hvis det er Fakta, saa benægter a Fakta”
Í dag ber til at smírast
eitt sindur at hesum, men skulu vit bara sláa tað upp í glens, ið Bill og
Jenis siga?
Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan,
tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og
kennir Guð. Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki
1
Jóh 4 v 7, 8
P.S. Eg var eisini góður við
mammu mína
Ingen kommentarer:
Send en kommentar