11. maj 2013

Vit hava tað so ræðuliga gott – happingin kann bíða til 2015


 
Eg hoyri at Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum sigur, at ein nýggj kanning, skal setast í verk komandi ár at gera eina støðulýsing av happingini í fólkaskúlanum. Nú er tað bara so, at hatta er ikki garantiur fyri nøkrum sum helst. Longu í 2007 siga vit í tilmælinum um átøk móti happing (s.7):

Í kanningini hevur Granskingardepilin eisini gjørt samanberingar við kanningarúrslit hjá HBSC (Health Behaviour in School-aged Children), eitt granskingarsamstarv, skipað undir WHO, sum fatar um 41 ymisk lond. Hesar samanberingar vísa, at Føroyar, samanborið við onnur lond, liggja í ovara endanum, tá talan er um happingartíttleika. Av tí, at tað er ymist, hvussu fyribrigdið happing verður tulkað og viðgjørt í teimum ymisku londunum, so skulu hesar samanberingar tó tulkast við varsemi.

 




Tilmæli:

 

Mælt verður til, at ein kanning verður gjørd eftir sama leisti og í somu árgangum á vári í 2010 til tess at staðfesta, hvørt tey tiltøk, sum nú verða sett í verk, hava munað nakað í arbeiðinum við at basa happing millum næmingar í fólkaskúlanum

 

Mælt verður til, at Føroyar lutaka í HBSC-kanningunum

 

 


Í 2011 søkja eg, og ein starvsfelagi mín, fólkaskúlagrunnin um stuðul til eina verkætlan í samstarvi við DCUM (Dansk Center For Undervisningsmiljø) at gera eina skipan, soleiðis at tað fór at bera til, digitalt, at kanna trivnaðin í skúlum okkara og happingina, tá ið tørvur var á tí, ja, dagligt um neyðugt. Hetta var púra í tráð við tilmælini frá 2007, og hevði nevndin tá eisini fund við Per Schultz Jørgensen, professara og táverandi formann fyri danska Barnaráðnum, hesin hevði eisini tætt tilknýti til DCUM. Endamálið við fundinum var at seta hesa skipan í verk í Føroyum, í eini føroyskari útgávu, ið hevði loyst nógvar truppulleikar hjá okkum. Hetta vísti seg ikki at verða nakar trupulleiki, um vit vildu tað. Og hvat varð so úrslitið av umsókn okkara, ja, Fólkaskúlagrunnurin valdi enn einaferð at stuðla eini ætlan, ið hevði okkurt við lesing at gera. Vit kunnu ikki júst siga, at lesing ikki hevur verið í fokus síðani Pisakanningina í 2005, men kortini skuldi tað enn einaferð upprioriterast.


Í tilmælinum frá 2007 siga vit eisini, í eini lýsing av fyribrigdinum happing (s.4.):

Meðan Olweus mest hellir til, at orsøkin til happing er ymisk psykologisk persónseyðkenni hjá happaranum í mun til umhvørvið, so hella aðrar fatanir til, at tað er sjálvt umhvørvið, ið er “sjúkt”. Víst verður á, at offrini koma úr umhvørvum, har nógv happing er, at sosiali bólkurin ikki rúmar øllum børnum, tí skal arbeiðast við trivnaði og sosiala umhvørvinum í bólkinum og á stovninum.

Longu tá vita vit, at eitt heilt nýtt paradigma er á veg um, hvussu vit fata orsøkirnar til happing og hvat eigur at gerast. Tann seinna fatanin er so tann, ið flest øll taka undir við nú, og hesum vísa vit long á í 2007.
 

Sum dømi, so sigur Red Barnet á heimasíðu síni, at happing er:

Mobning handler ikke om enkeltindivider, men om dynamikker i gruppen

Kortini, so velur Mentamálaráðið at skipa fyri eini rúgvu av skeiðum fyri fólkaskúlalærarum við Helle Høiby, ið umboðaði eina fatan, ið var á veg út. Sjálvur mælti eg frá hesum og mælti til, at vit fylgdu teirri allar nýggjastu granskingini og vitanini um happing.
 

Eingin kann hava nakað ímóti eini nýggjari kanning, men seinast tók hon – minnist meg rætt – ca. eitt ár. Fara vit so í gongd í 2014, so hava vit eitt úrslit í 2015, og álvaratos,  hvussu nógv happing sleppur ikki at fara fram uppá tvey ár. Hetta er, sum tá ið politikarar svara: “Vit fara at seta eina nevnd at kanna málið”. Hvussu nógvar nevndir hava vit ikki havt, uttan at nakað er hent. Einasta, ið hjálpir í hesum máli er handling og aftur handling – ikki í morgin men í dag.


Tað er bara at hygga eftir grannalondum okkara, av teimum vita vit, at happingin ongantíð verður bast endaliga, einastu ráðini eru at hava tiltøk í gongd allatíðina. At kanna einaferð afturat ger, at vit fáa eina lýsing av støðuni tá, umleið 2015. Kann sjálvandi verða,  at Føroyar eru eitt undur ella undantak millum lond, at eingin happing er her. Men eg eri bangin fyri, at so er ikki.

Høvdu vit fylgt tilmælinum frá 2007, so høvdu vit eina støðulýsing hvørt ár av happingini. Um nakað gerst betri av at fáa eina nýggja kanning í 2015, og kanska enn einaferð uttan handling, ja,so ber tað til at ivast í um ein slík kanning er til nakra nyttu, men kanska bert enn ein umbering fyri einki at gera.

 

 

 

 

 

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar