11. maj 2013

Ein strokin happibólkur og ein persónligur “vitnisburður”




Seinastu dagarnar hevur verið  nakað av uppmerksemi, um ein bólk móti happing á fjesbókini. Hetta vóru nøkur ung í 15 ára aldri, ið sum part av einum prosjekti á skúla teirra, royndu at gera nakað ítøkiligt við happingina í samfelagi okkara, ið eftir øllum kanningum at døma er greflig. Eftir fáum døgum vaks bólkurin til umleið 8000 limir, og ótalligar søgur um happing vórðu lagdar út frá happiofrum. Sjálvandi hendi eisini tað, at summi  gjørdust ill: "Hatta passar ikki, eg havi ikki happað nakran". Men lat tað fara, tí óteljandi søgurnar eru eitt tekin um, at okkurt er ravruskan gali í okkara samfelag. Nú hava hesi ungu so valt at steðga bólkinum, tí tey stutt sagt ikki kundu yvirkoma hann longur og partvís vóru fyri ónøgd frá illum fólki. Men tað, at tað hevur nomið so djúpt, sigur okkum, at hetta er nakað flest øll kenna aftur og vita nakað um, altso happitrupulleikin hjá okkum.

 


 





Eg haldi, at eg kenni hasar mekanismurnar aftur, ið eru farnar í gongd í hasum bólkinum. Orsøkin til, at eg kenni  tað aftur er, at eg eisini kenni trupulleikan innanífrá. Eg havi roynt at vera fyri grovari happing, sum vaksin. Tað, sum hendir er, at tú missir álitið á øllum umhvørvinum rundan um teg, tí tey einki gera við happingina. Happarin og eltibløðrurnar eru har, og halda áfram við teirra happing,  tað er so tað. Men øll hini, ið ikki luttaka í happingini, men bara tiga, men heldur einki gera, tey kunnu gerast ein trupulleiki í tí støðuni. Tað kann gott verða, at tey ikki síggja happingina ella halda seg eiga lut í henni. Men hjá tí, ið verður happaður – í teirri støðuni – er ringt at skyna á, hvat er upp ella niður, tú missir sjálvsvirðing og sjálvsálit, og tú missir grundleggjandi álitið á tíni medmenniskju, og  heldur at øll eru uppií happingini, tí eingin ger nakað við tað.


Tað, sum síðani hendir hjá tí happaða er, at tú vendir tað inneftir. Tú hevur nokk sjálvur ábyrgdina, soleiðis, sum tú ert skrúvaður saman, tað verður skomm at siga frá tí, tí tú jú sjálvur hevur ábyrgdina av happingini. Akkurát sum hjá insestofrum,  kann tað liggja burturbeint í fleiri ár, men tað gnagar allatíðina og vil fram.




So leingi vit ikki hava eina betri skipan, at taka hond um happingina, so fer hatta at henda, tá ið slúsurnar verða latnar upp – so kemur tað oftani at kennast óneyðuga ógvusligt.




Nú eri eg vaksin og havi stóra vitan um happing, og kortini havi eg tað so trupult við tí, mær hevur verið fyri, eg kann bara gita, hvussu ringt tað er hjá børnum og ungum.



Sum so, kunnu vit loysa hatta problemið, um vit frá barnsbeini av læra, at vit øll hava medábyrgd av happing og at steðga henni, eisini tey, ið ikki eru við í happingini – har eru vit so tíanverri ikki enn, men høvdu kunnað verið, um tilmælini í  happiálitinum frá 2007 vórðu fylgd.




Men vit skulu minnast til, at tann happaði ongantíð hevur ábyrgdina av happingini – reaktiónin er menniskjanslig.



Bara fyri at eingin misskiljing skal verða, so er mín áhugi fyri happispurninginum væl eldri enn míni egnu upplivilsir, eg hevði arbeitt við tí í nógv ár frammanundan happingini av mær sjálvum,  ið fór fram árini 2006 – 2009.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar