Í løgmansrøðu síni 2013 segði
løgmaður:
”Hægri útbúgving er ein grundleggjandi fyritreyt fyri
búskapar- og fólkavøkstri. Fróðskaparsetrið mennist støðugt. Fleiri útbúgvingar
verða bodnar út, og talið av umsóknum er í ár metstórt. Heili 378 umsóknir vóru
til komandi lestrarár. Av teimumum eru 274 upptikin.”
Her er ein tvørsøgn, dagin eftir
løgmansrøðuna gjørdist greitt, at sjáldan fyrr hava umsøkjaratølini til pedagogútbúgvingarnar
í Danmark verið hægri. Samstundis setur føroyska útbúgvingin met við lágum
umsøkjaratali – tað lægsta, síðani hon varð sett á stovn í 1986.
Her er okkurt, ið ikki ruggar rætt.
Eg kenni væl argumentið við, at nógvir pedagogar lesa í Danmark og á netinum,
men tað er bara ein partur av frágreiðingini, tí soleiðis hevur tað verið allatíðina
síðani 1986, eisini, tá ið umsøkjaratalið til føroysku pedagogútbúgvingina var
methøgt. Netútbúgvingarnar komu umleið 2000 og metumsøkjaratalið var aftaná
hetta.
Hvør er so frágreiðingin? Ja, eg
skal ikki gera meg klókan uppá alt – hóast eg havi eitt ávíst innlit í økið -
tí øll tilgongdin, tá ið nýggja pedagogútbúgvingin varð til, er mest at
samanbera við eina komediu hjá italienska nobelprístakaranum Dario Fo, hóast
avleiðingarnar hava verið so tragiskar, at best er at samanbera við eina griska
tragediu.
Tí sannleikin er, at nýggja
pedagogútbúgvingin er gjørd av fólki heilt uttan kunnleika til og innlit í
pedagogútbúgvingarnar, við totalari vanvirðing fyri øllum føroyskum
sakkunnleika á økinum – einasti sakkunnleiki, ið hevur verið spurdur, tykist at
vera íslendskur.
Lesa vit skjølini viðvíkjandi upprunanum
til útbúgvingarnar, so síggja vit, at høvuðsinnihaldið í arbeiðinum hjá hesum,
púra ókvalifiseraða, bólki eru læraraútbúgvingarnar, so eru pedagogútúgvingarnar
ein lítil viðfáningur, ið tey av og á minnast til eisini skal gerast.
Umframt hesi viðurskifti, so er ein
frágreiðing allarhelst tann fullkomiliga vanvirðing politiski myndugleikin við
Mentamálaráðnum á odda vísir útbúgvingini, innihaldinum í henni og ikki minst
førleikunum hjá pedagogum. Í Mentamálaráðnum tykjast pedagogar at vera eitt
slag av ikki persónum.
Sjálvandi kann Fróðskaparsetur
Føroya kveistra allan fakligan kritikk uttanífrá til viks, og venda blinda
eygað til, men tølini tala fyri seg. Harumframt er tað fyrrverandi rektarin á
Fróðskaparsetri Føroya, aftaná at útbúgvingarnar vórðu lagdar saman, ið hevur høvuðsábyrgdina
av allari hesi ábyrgdarleysu miseru, so kanska hevði verið uppá tíðina at Fróðskaparsetrið
stingur hondina í egna barm.
Er tað løgið so fá søkja føroysku
pedagogútbúgvingarnar?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar