Tann 16. august hevur landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, sett í gildi: “Kunngerð um skipan og læring í forskúla.” Henda kunngerð hevur, síðani hon fyrstu ferð kom í ljósmála í november 2010, fingið eina óvanliga kaldiga móttøku, og hevur verið skrivað upp í fleiri leypar um, hví hon ikki eigur at verða sett í gildi.
Einastu, ið hava viðmælt henni, er Føroya Lærarafelag. Og kemst tað
allarhelst av, at kunngerðin stórt sæð bara tekur fyrilit fyri lærarastættini,
meðan pedagogar, ið eru nevndir í § 6, stk. 3: “Skipað samstarv skal vera millum lærararog pedagogar í
forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla”, hava verið hildnir heilt uttanfyri, bæði fakliga og viðvíkjandi innihaldinum
í hesum forskúlanum og hesi kunngerð - so nógv virði er í hesum føgru orðunum.
Tvørfakligt samstarv millum pedagogar og lærarar, ið øll grannalond okkara leggja
stóran dent á, eru bara orð í kunngerðini; í tí veruleika, kunngerðin er grundað
á, er tað ikki til, har er bara hugsað um undirvísing og skúla í forskúlafatanini
hjá Metamálaráðnum – ikki læring.
Hví sigi eg so?
Tann 10. apríl
2013, svarar mentamálaráðharrin einum fyrispurningi um forskúlar í
løgttinginum. Hann sigur m.a.:
Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð um skipan og læring í
forskúla. Kunngerðin hevur heimild í § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Harumframt
eru í §§ 10 og 18, stk. 3 í fólkaskúlalógini ásetingar um innihaldið í
forskúlanum, samstarv millum lærarar og pedagogar og dagliga undirvísingartíð
hjá næmingum í forskúlaflokki.
Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtuni, í samband við teir forskúlar, sum
eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dagføringar eru gjørdar, so
kunngerðin kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kunngerðina seinni í ár.
Løgtingið 10. apríl 2013
Har eru trý viðurskifti í hasum svarinum, ið ikki eru í samsvari við
veruleikan:
1. Samstarvið millum pedagogar og lærarar er ein
viðfáningur, og er einans bygt á fortreytirnar hjá skúlanum, pedagogiskt og fakliga.
2. Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtini. Hatta
má vera mest ivasama roynd nakrantíð, uttan innihald, mið og mál.
3. Ávegis eftirmeting hevur verið. Eingin ávegis
eftermeting hevur verið. Í øllum førum ikki sambært teimum skjølum, eg havi
lisið.
Men tað er rætt, at kunngerðin varð sett í gildi
seinni í ár, beint ímóti stórt sæð øllum fakligum tilmælum.
Eg havi sjáldan fyrr sæð eitt so vánaligt úr
hondum greitt forarbeiði til nakra kunngerð, sum tað, ið her er farið fram.
Sjálvur havi eg skrivað tvær drúgvar greinar í
Sosialinum í vikuni, ið fór - seinni partur varð prentaður sama dag, 16. august, sum kunngerðin varð lýst - har eg grundgevi fyri tí eg sigi omanfyri, og har niðurstøðan er:
Grundað á eina fakliga meting í mun til tað,
vit vita um menning og læring hjá børnum, kann ikki tilráðast at seta
kunngerðina um forskúlar í verk, í tí líki hon er . Hon røkkur ikki teimum krøvum, vit mugu
seta fyri hóskandi avbjóðingum hjá børnum millum 6 og 7 ár, og livir ikki upp
til fakpedagogisku krøvini á økinum.
Kunngerðin og royndin byggir hvørki á føroyska
vitan á økinum, altjóða vísindaligar kanningar ella á royndirnar í hinum
Norðurlondum, ið hava serstøk tilboð til tey 6 til 7 ára gomlu: Finland,
Svøríki og Danmark.
Viðvíkjandi royndini kann sigast, at
eingin verulig eftirmeting hevur verið av henni, tí er tað eisini torført at
síggja, hvat Mentamálaráðið grundar hetta á:
“Staðfest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunngerðin tí sett í
gildi.”
Tann synergieffekt og dygd í tilboðnum, ið
kann standast av tvørfakligum samarbeiði millum tveir fakbólkar í arbeiðinum
við hesum aldursbólkinum, er heilt burtur, og tað, hóast annar fakbólkurin er
serliga útbúgvin til at arbeiða við teimum 6 til 7 ára gomlu.
Eitt sindur margháttligt er tað eisini, at alt bara verður grundað
á henda eina forskúlan. Vit hava hóast alt aðrar forskúlar, harumframt hava vit
drúgvar royndir við skúlabólkum fyri tey 6 til 7 ára gomlu á dagstovnum okkara,
hví hesin partur ikki er við, tá ið ein so týdningarmikil avgerð verður tikin,
kenst heldur ikki serliga trygt.
Trengri vit skipa karmarnar um lívið hjá
børnunum og fyrr í lívi teirra, størri er vandin eisini fyri, at tey seinni í
lívinum fáa sosialar og psykiatriskar diagnosur og trupulleikar við læringini.
At tað harumframt skal arbeiðast við at bróta sosiala arvin
átti at verið eyðsýnt, serliga við Pisakanningunum í huga.
Tað er týdningarmikið, at vit taka røttu
avgerðina, hvat skal henda við lívinum hjá teimum 6 til 7 ára gomlu, annars
kunnu vit gera óbótaligan skaða, slík avgerð kann ikki verða merkt av tilvild.
Henda niðurstøða mín er enn galdandi og standi
eg við, hóast kunngerðin er sett í gildi.
Eitt er at blaka torvmold í eyguni á fólki við
deyðum lutum, sum tunlum og makreli. Men at fara soleiðis fram, og gera tað mótvegis
livandi børnum er beinleiðis ábyrgdarleyst.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar