14. oktober 2013

The answer is blowin' in the wind.


 
 
Í Danmark er í løtuni stór gøla av, at fyrrverandi statsministarin, Lars Løkke Rasmussen, hevur verið í so flottur uppá tað, tá ið hann hevur ferðast fyri altjóða stovnin Global Green Growth Institute (GGGI). Hann hevur ikki gjørt nakað ólógligt,  men kortini verður sett spurnartekin við hansara dømikraft og moralska habitus at vera forseti í eini komandi danskari stjórn. Orsakað av gøluni hevur vinstriflokkurin eisini beinanvegin mist atkvøður. Men sigast skal, at kortini hevur Lars Løkke Rasmussen verið so at sær komin, at hann umgangandi hevur biðið um umbering.

Nú er tað hann hevur gjørt fyri piparnøtur – orsaka orðið – at rokna, í mun til hvat, ið føroykir politikarar kunnu gera uttan tað stóra hóvastákið. Beint nú er tað løgmaður okkara, ið dag og dagliga verður avdúkaður fyri at fara ógvuliga lætt um sannleikan, meðan hann, hóast tað, verður stuðlaður av eini samdari samgongu, eisini teimum kristligu, sjálvt um teir áttu at kent áttanda boð: tú eigur ikki at bera rangan vitnisburð. Millum stuðlarnar eru so eisini tveir, ið sigast vera javnaðarmenn og ein frákoyrdur landsstýrismaður, ið beint nú er upphavið til aktuellu gøluna, sjálvt um tað eiga at vera fá, sum frá er liðið, ið vita hvat er upp ella niður í øllum hesum m.a. orsaka av ósannindum og undanførslum.

 
Er nakar komin við eini umbering? Nei, so eiðasørt, tí tey síggja ikki sjálvi, at tey hava gjørt nakað galið. Lars Løkke Rasmussen undirgrevur neyvan danska fólkaræðið við sínum býttisliga atburði, allar hægst skaðar hann seg sjálvan. Tíanverri kann ikki tað sama sigast um okkara politikarar.

Tað einasta vit við visssu vita er, at tað ravruskandi galið við fólkaræðinum í Føroyum.

Sum so er tað einki nýtt í tí, at landsstýrið og løgtingið gongur á odda í at undirgrava okkara fólkaræði, tað eru vit so von við. Tað fær heldur ikki stóregis ávirkan á atkvøðurnar hjá hesum fólkum og flokkum, ið eru ein hóttan móti demokratinum. Fólk eru so von við tað, at tey neyvan leggja tað tilmerkis, hvussu stórt hóttafallið er.

Men tað kann bert merkja, at spillan er allastaðni í samfelagnum, at sóttin er ein partur av fólkinum.

So kunnu vit spyrja okkum sjálvi,vit, ið eru tilkomin: Hvar hava vit svikið?

 


Í endamálsorðing fólkaskúlans stendur:

 

 § 1.  Stk. 3. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

 

Og í endamálsorðingini í dagstovnalógini:

 

§ 2. At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag

 

Tað er sostatt álagt okkum at geva uppvaksandi ættarliðnum eina fólkaræðisliga uppaling. Tað er mang, ið bendir á, at okkara skúlar og dagstovnar hava svikið so dyggiliga, tá ið um handa partin ræður.

Men sjálvandi er tað ikki bara skúlin og dagstovnarnir, ið hava svikið. Vit mugu spyrja um almennið í Føroyum er demokratiskt?

Øll tey ábyrgdarfólk vit hava, ið hava skyldu til í gerandisdegnum at umsita og røkja fólkaræðið, hava tey handla demokratiskt í teirra gerðum? Alt frá embætisfólki til undirvísarar, granskarar og rektarar á okkara hægri læristovnum og í miðnámsskúlunum, hava tey umsitið fólkaræðið á ein hátt, ið ger, at fólkaræðið er ein sjálvfylgja í okkara samfelag?
 

 
Er okkara samfelag gjøgnumsúrgað av einum demokratiskum hugburði?

Hava vit sjálvi tikið fólkaræðið í álvara?

Vit verða nokk noydd til at siga við Bob Dylan: The answer is blowing in the wind.

Men eitt er vist, ábyrgdin av fólkaræðinum er ikki fyrst og fremst hjá landsstýri og løgtingi, men hjá okkum øllum – vit hava samábyrgd og eru samsek.

 

Og so er brádliga tað allarvakrast norðlýsið á kvøldarhimmalinum.Ja, náttúran ger ikki mun á fólki øll eiga, á demokratiskan hátt, lut í vakurleikanum.

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar