Í gjár var eg fyri fyrstu ferð á
aðalfundi í fakfelag mínum í fýra ár. Tað er ikki tí, eg ikki havi verið virkin í tí, havi sitið í
nevndini í útvið 10 ár. Skiftivís, sum skrivari og næstformaður. So tað liggur
ikki eftir. Men tað er ein serstøk orsøk til, at eg havi hildið meg burtur
seinastu fýra árini.
Til aðalfundin í 2011 møtti eg ikki,
hóast eg var nevndarlimur tá, og grundgav eg eisini fyri tí einum brævi til nevndina, hví eg hevði tikið
ta støðuna og hví tað var blivið mær ovboðið at møta á aðalfundi.
Søgan aftanfyri er í stuttum tann,
at í eitt langt tíðarbil, meðan eg var nevndarlimur, førdu nakrir av
starvsfeløgum,mínum, á táverandi arbeiðsplássi mínum – Føroya Læraraskúla - eina
miðvísa herferð móti mær, bæði, sum lim í nevndini í fakfelagnum, sum fakfólk
og sum menniskja. Herferðin var ikki við mýkindum. Til aðalfundin í 2011 var
mær ovboðið.
Tit kunnu lesa grundgevingar mínar
ella ikki, men søgan er í øllum førum um eitt arbeiðspláss, har øll
menniskjanslig virði og virðing fyri hvørjum øðrum vórðu blakaði fyri borð.
Tá ið okkurt hevur tært uppá teg í
longri tíð, gevur tað oftani heilsubót at skriva um tað og leggja tað opið
fram.
Skoytast skal uppí, at aðalfundurin í
gjár var ein friðarligur og sáttligur fundur. Ein fundur av slíkum slag eg ikki
havi upplivað í nógv ár. Óbótafólkini frá Føroya Læraraskúla vóru har ikki
longur, tað tykist, sum um tey ongan áhuga hava fyri fakfelag okkara meira.
hósdagur, 5. mai 2011
Til nevndina
í Magistarafelag Føroya
Eg skal royna ikki at gerast alt ov melodramatiskur
í tí eg skrivi, sjálvt um eg eri ógvuliga ávirkaður av tí, sum mær er
viðurfarist seinnu árini.
Eg havi avgjørt, at eg ikki komi á aðalfundin nú leygardagin, og skal eg royna at grundgeva fyri, hví eg havi tikið hesa støðu.
Eg havi verið nevndarlimur í Magistarafelag
Føroya í næstan tíggju ár, og tað hava verið upp og niðurgangstíðir. Men ongantíð
havi eg upplivað eitt ár, sum hettar. Føroya Læraraskúli hevur fylt nógv hesi
ár, men sum tíðin leið, so komu viðurskiftini meira og meira uppá pláss. Tað er
ikki bara meðan hesin rektarin hevur sitið, at sáttmálatrupulleikar hava verið
á Føroya Læraraskúla; men undir leiðsluni hjá Jóannes Hansen hevur borið av.
Øll tey árini eg havi sitið í nevndini,
hevur Mikkjal Mikkelsen, lærarari á Føroya Læraraskúla, og núverandi
nevndarlimur í felagnum, havt eitt ella
annað stikni til mín – nú sat eg eisini í nevndini áðrenn hann kom á Føroya
Læraraskúla – minnist meg rætt kom hann
í 2002. Allatíðina hevur hann átikið sær
tann leiklut, at stuðla leiðsluni á Føroya Læraraskúla í øllum avgerðum, eisini
tá ið tær stríddu ímóti áhugamálum limanna á Føroya Læraraskúla. Samstundis
hevur hann eisini átikið sær ein leiðsluleiklut yvir fyri starvsfólkunum á Føroya
Læraraskúla, ið ongantíð hevur verið formaliseraður.
Eg havi ein hampiligan persónligan
integritet, men tað hevur eisini verið neyðugt í tí mær hevur verið fyri, sum
nevndarlimur í Magistarafelagnum og sum á starvsfólk á Føroya Læraraskúla. Mikkjal
Mikkelsen og hansara fylgisneytar hava hesa
tíð ført eina støðuga illgitingar herferð móti mær, fevnandi um
undirskiftinnsamlingar um mín persón, at senda almennum myndugleikum. Royndir -
sjálvandi aftanfyri ryggin á mær - at
ringja runt til ymisk fólk, at fáa tey at stilla uppímóti mær á aðalfundi,
beinleiðis mobilisering móti mær á aðalfundi o.s.fr. o.s.fr., umframt vanligar
illgitingar allatíðina. Alt hevur allatíðina verið tilsipingar, og ongantíð havi
eg fingið at vita nakað konkret, hvat bagdi. Tú hevur ongantíð vitað, hvat tú
hevur gjørt, bara at tú vart skyldugur í onkrum ósøgdum. Hvat liggur aftan hesa
hatsku atferð veit eg ikki, men eg veit bara, at hon hevur verið tung at bera. Serliga
hjá okkum, ið ikki hava verið inni í hitanum hjá leiðsluni á Føroya Læraraskúla
.
Seinastu trý árini hevur borið av,
heilt frá tí, at Jóannes Hansen - skúlaárið
2008 – 2009 - tók allar mínar undirvísingartímar frá mær, og setti onnur fólk í
mítt stað at undirvísa fyri meg - uttan at eg varð spurdur ella nøkur avtala
varð gjørd við meg um tað. Sostatt havi eg alt skúlaárið 2008 - 2009 fingið fulla løn fyri einki at gera, samstundis við at onnur fólk eisini fingu fulla løn fyri tað arbeiði eg var settur at gera. Samstundis
varð eg grovt happaður á arbeiðsplássinum: tað varð ikki tosað við meg og varð eg ikki tikin við í nøkrum. Tað var týðiligt
fyri øll, at eg ikki var comme il faut; hetta til eg varð uppsagdur summarið
2009. Har var eingin stuðul frá Mikkjali Mikkelsen í hesum ágangi móti mær,
tvørturímóti. Á felags starvsfólkafundi millum lærararnar á Føroya Læraraskúli
um støðuna í apríl 2009, tosaði hann um teir
starvsfelagar, ið ikki dugdu at samstarva og obstrueraðu – hvør skuldi siga:
teimum var ikki pláss fyri. Tað vóru so eg, og hinir seinnu uppsøgdu
starvsfelagar hansara. Og tá ið
starvsfólkini á Fróðskaparsetri Føroya í juni 2009, í sambandi við
uppsagnirnar, skipaðu fyri fundi á Føroyamálsdeildini, var Mikkjal Mikkelsen so
solidariskur við uppsøgdu starvsfelagar sínar, at hann troppaði upp á fundinum
og einvíst stuðlaði leiðsluni á Føroya Læraraskúla í hennara gerðum, sjálvt um
uppsøgdu starvsfelagar hansara sótu á sama fundi.
Í mai mánaði, sama árið, var eisini
aðalfundur í Magistarafelagnum, á fundi møttu einir 10 - 15 limir. Ringt var at
manna nevnd, og hóast eg ikki longur var
nevndarlimur, men hevði verið tað í eitt áramál, so játtaði eg at gerast tiltakslimur,
so nevndin kundi mannast. At vera tiltakslimur í Magistarafelag Føroya, hevur,
alt tað eg veit um, verið rættiliga vandaleyst. Men nú fekk eg annað at síggja.
Sjálvandi tók tað mær fast, aftaná at
hava verið lærari í so nógv ár á Føroya Læraraskúla, at verða uppsagdur, eftir eina
ómenniskjansliga forfylging og happing frá leiðslunar síðu, saman við
ósolidariska atburðinum hjá summum starvsfeløgum mínum.
Øll hesi árini á Føroya Læraraskúla havi
eg havt omanfyri 600 lærara og pedagoglesandi til endaliga próvtøku í
pedagogisku og psykologisku lærugreinunum, við ógvuliga góðum úrslitum. Mær
vitandi, og eisini eftir útsøgnunum frá øllum teimum fyrrverandi lesandi, eg
møti í dagliga arbeiði mínum, so havi eg verið ein dugnaligur og avhildin
lærari, góður at samstarva við. Jóannes Hansen, rektari, royndi eyðvita at
spjaða illgruna um arbeiði mítt, men lat tað fara. Í míni verð ber tað illa
til, at 600 fyrrverandi lesandi á Føroya Læraraskúla fara skeiv í teirra meting
av mær, meðan Mikkjal Mikkelsen hevur rætt í síni meting, at eg eri eitt
bartrog uttan samstarvsevni, ið tað er lov at forfylgja og happa, hiðani frá og
til ævinleikan.
Komin út í 2010 byrjaði eg so smátt
at fóta mær aftur aftan á persónliga skelkin; men eg skuldi hugsa um – í mínum
aldri - at finna mær eitt arbeiði aftur – og tað kundi gerast trupult við
teirri roynd, ið rektarin á Føroya Læraraskúla, saman við Mikkjali Mikkelsen, hevði gjørt fyri at oyðileggja mítt trúvirði.
Á vári 2010, boðaði Tróndur Leivsson
frá, at hann fór úr nevndini í Magistarafelagnum í úrtíð, og tók eg við, hetta
var heilt í samsvari við lógir felagsins, tí fyrstvaldi tiltakslimurin, hevði
tikið sæti fyri Petur Østergård, ið eisini var farin úr nevndini. So alt gekk
eftir bókini og lógum felagsins.
Tá ið eg so kom á aðalfundin í mai
2010, og upplivdi tann illviljaða hópin frá Føroya Læraraskúla, ið har var komin
á fund, gjørdist eg forfardur, og hugsaði, hvørjar søgur, ið Mikkjal Mikkelsen
og fylgisneytar hansara spunnu um meg á Føroya Læraraskúla, tí mong av teimum,
ið har komu, kendu meg als ikki, og fleiri hevði eg sjálvur útbúgvið – mær
vitandi uttan misljóð og fleiri vóru fyrrverandi starvsfelagar mínir. Eisini var rektarin á Setrinum har, hansara leiklutur var
mest ein patetisk roynd at bera í bøtuflaka fyri sær sjálvum. Fyri mín part var hettar ein óalmindiliga óbehagiligur aðalfundur.
Part av frágreiðingini fekk eg á
fyrsta nevndarfundi, har Mikkjal Mikkelsen legði út við at siga, at tað var
ikki øll, ið dámdu, at eg var nevndarlimur í Magistarafelagnum, hvør skal siga,
mínir fyrrverandi starvsfelagar á Føroya Læraraskúla, teir dámdu meg ikki, og at
alt ikki var gingið rætt fyri seg, tá eg vafrð valdur: tað vóru orðini hjá
honum. Tað var vorið sum vælkomst at geva og solidaritetur við ein uppsagdan
starvsfelaga, ið Mikkjal Mikkelsen har møtti mær við, ein fyrrverandi starvsfelaga,
ið kanska var í svárari persónligari neyð.
Eyðkennið fyri fakfelagsrørsluna er
fakligur og persónligur solidaritetur og samanhald. Í Mikkjalsa verð kundi happingin og
forfylgingin bara halda fram, sjálvt um eg var farin úr starvi, eg var uttan
arbeiði og Mikkjal einki visti um, hvussu mín persónliga støða var.
Hvussu nevndararbeiðið hevur gingið
ella rættari sagt ikki hevur gingið hetta árið, vita tit í nevndini líka væl,
sum eg.
Men, tá ið eg møti á nevndarfundi 3. mai,
fyri at fyrireika aðalfundin og Mikkjal Mikkelsen sigur frá, at hann, eftir
limafund á Føroya Læraraskúla, hevur sett seg í samband við “neutralan”
fundarstjóra, og biðið hendan stjórna aðalfundinum, uttan sjálvandi at kunna
nevndina frammanundan. Tá fór at gerast ovboðið hjá mær. Fyrst vildi Mikkjal Mikkelsen
ikki koma við nakrari grundgeving fyri hesum stigi sínum, bara tilsipingum, sum
vant. Síðani kom burturúr honum, at hann metti at fundarstjórin á seinasta
aðalfundi hevði verið partískur. Skoytast skal uppí, at Mikkjal jú ikki var á
aðalfundinum.
Síðani vísti tað seg, at hann helt,
at bakstøðið fyri hesa konspiratión og lógarbroti á aðalfundinum seinast var,
at fáa bakbeistið Rógva Thomsen inn í nevndina gjøgnum bakdyrnar. Sostatt – sambært honum - var allur
aðalfundurin síðsta ár – 2010 - lógarbrot, og fyrrverandi formaðurin ígjøgnum
nógv ár – Heri Kragesteen, ið var fundarstjóri – hevði medvitið roynt at
villeitt limirnar. Men nú skuldi skil fáast á, og Mikkjal hevði funnið ein “neutralan”
fundarstjóra, hvør skuldi siga: seinasta ár fór ikki alt rætt fram og tað
skuldu vit, ið har sótu, bara góðtaka, at vit vóru lógarbrótarar.
Tá gjørdist ovboðið hjá mær.
Eg havi sitið heilt eftir reglunum í
nevndini í eitt ár, og havi roynt at gjørt mínar skyldur.
Tann illgitan av bæði mær og av
nevndini, sum Mikkjal Mikkelsen blívur við at koma við, kann eg als ikki longur
standa model til. Tá ið tað so harafturat skilst, at hann ætlar aftur í ár at
mobilisera á Føroya Læraraskúla, fyri at trumfa sín vilja og sína fatan
ígjøgnum, í sínar longu herferð móti mær, og enn einaferð misteinkiligera alt
og øll, tá var ovboðið hjá mær – og eg tók ta avgerð ikki at koma á aðalfund.
Eg havi hvørki hug til ella vil standa
model til - enn einaferð - ta viðferð eg fekk á aðalfundinum á vári 2010 – og
framhald av tí ágangi, ið hevur verið á meg seinastu trý árini. Lívið er alt ov
stutt og dýrabart til, at eg vil útseta meg sjálvan - enn einaferð - fyri hatska atburðinum hjá
Mikkjali Mikkelsen.
Vinaliga
Rógvi
Ingen kommentarer:
Send en kommentar