30. marts 2014

Til nevndina í Magistarafelag Føroya







Í gjár var eg fyri fyrstu ferð á aðalfundi í fakfelag mínum í fýra ár. Tað er ikki tí, eg  ikki havi verið virkin í tí, havi sitið í nevndini í útvið 10 ár. Skiftivís, sum skrivari og næstformaður. So tað liggur ikki eftir. Men tað er ein serstøk orsøk til, at eg havi hildið meg burtur seinastu fýra árini.
Til aðalfundin í 2011 møtti eg ikki, hóast eg var nevndarlimur tá, og grundgav eg eisini fyri tí  einum brævi til nevndina, hví eg hevði tikið ta støðuna og hví tað var blivið mær ovboðið at møta á aðalfundi.
Søgan aftanfyri er í stuttum tann, at í eitt langt tíðarbil, meðan eg var nevndarlimur, førdu nakrir av starvsfeløgum,mínum, á táverandi  arbeiðsplássi mínum – Føroya Læraraskúla - eina miðvísa herferð móti mær, bæði, sum lim í nevndini í fakfelagnum, sum fakfólk og sum menniskja. Herferðin var ikki við mýkindum. Til aðalfundin í 2011 var mær ovboðið.
Tit kunnu lesa grundgevingar mínar ella ikki, men søgan er í øllum førum um eitt arbeiðspláss, har øll menniskjanslig virði og virðing fyri hvørjum øðrum vórðu blakaði fyri borð.
Tá ið okkurt hevur tært uppá teg í longri tíð, gevur tað oftani heilsubót at skriva um tað og leggja tað opið fram.
Skoytast skal uppí, at aðalfundurin í gjár var ein friðarligur og sáttligur fundur. Ein fundur av slíkum slag eg ikki havi upplivað í nógv ár. Óbótafólkini frá Føroya Læraraskúla vóru har ikki longur, tað tykist, sum um tey ongan áhuga hava fyri fakfelag okkara meira.


hósdagur, 5. mai 2011

Til nevndina í Magistarafelag Føroya

 

Eg skal royna ikki at gerast alt ov melodramatiskur í tí eg skrivi, sjálvt um eg eri ógvuliga ávirkaður av tí, sum mær er viðurfarist seinnu árini.
 
Eg havi avgjørt, at eg ikki komi á aðalfundin nú leygardagin, og skal eg royna at grundgeva fyri, hví eg havi tikið hesa støðu.

 

Eg havi verið nevndarlimur í Magistarafelag Føroya í næstan tíggju ár, og tað hava verið upp og niðurgangstíðir. Men ongantíð havi eg upplivað eitt ár, sum hettar. Føroya Læraraskúli hevur fylt nógv hesi ár, men sum tíðin leið, so komu viðurskiftini meira og meira uppá pláss. Tað er ikki bara meðan hesin rektarin hevur sitið, at sáttmálatrupulleikar hava verið á Føroya Læraraskúla; men undir leiðsluni hjá Jóannes Hansen hevur borið av.

 

Øll tey árini eg havi sitið í nevndini, hevur Mikkjal Mikkelsen, lærarari á Føroya Læraraskúla, og núverandi nevndarlimur í felagnum,  havt eitt ella annað stikni til mín – nú sat eg eisini í nevndini áðrenn hann kom á Føroya Læraraskúla  – minnist meg rætt kom hann í  2002. Allatíðina hevur hann átikið sær tann leiklut, at stuðla leiðsluni á Føroya Læraraskúla í øllum avgerðum, eisini tá ið tær stríddu ímóti áhugamálum limanna á Føroya Læraraskúla. Samstundis hevur hann eisini átikið sær ein leiðsluleiklut yvir fyri starvsfólkunum á Føroya Læraraskúla, ið ongantíð hevur verið formaliseraður.

 

Eg havi ein hampiligan persónligan integritet, men tað hevur eisini verið neyðugt í tí mær hevur verið fyri, sum nevndarlimur í Magistarafelagnum og sum á starvsfólk á Føroya Læraraskúla. Mikkjal Mikkelsen og hansara fylgisneytar hava hesa  tíð ført eina støðuga illgitingar herferð móti mær, fevnandi um undirskiftinnsamlingar um mín persón, at senda almennum myndugleikum. Royndir - sjálvandi aftanfyri ryggin á mær -  at ringja runt til ymisk fólk, at fáa tey at stilla uppímóti mær á aðalfundi, beinleiðis mobilisering móti mær á aðalfundi o.s.fr. o.s.fr., umframt vanligar illgitingar allatíðina. Alt hevur allatíðina verið tilsipingar, og ongantíð havi eg fingið at vita nakað konkret, hvat bagdi. Tú hevur ongantíð vitað, hvat tú hevur gjørt, bara at tú vart skyldugur í onkrum ósøgdum. Hvat liggur aftan hesa hatsku atferð veit eg ikki, men eg veit bara, at hon hevur verið tung at bera. Serliga hjá okkum, ið ikki hava verið inni í hitanum hjá leiðsluni á Føroya Læraraskúla

.

Seinastu trý árini hevur borið av, heilt frá tí, at Jóannes Hansen -  skúlaárið 2008 – 2009 - tók allar mínar undirvísingartímar frá mær, og setti onnur fólk í mítt stað at undirvísa fyri meg - uttan at eg varð spurdur ella nøkur avtala varð gjørd við  meg um tað. Sostatt havi eg alt skúlaárið 2008 - 2009 fingið fulla løn fyri einki at gera, samstundis við at onnur fólk eisini fingu fulla løn fyri tað arbeiði eg var settur at gera. Samstundis varð eg grovt happaður á arbeiðsplássinum: tað varð ikki tosað við meg og varð  eg ikki tikin við í nøkrum. Tað var týðiligt fyri øll, at eg ikki var comme il faut; hetta til eg varð uppsagdur summarið 2009. Har var eingin stuðul frá Mikkjali Mikkelsen í hesum ágangi móti mær, tvørturímóti. Á felags starvsfólkafundi millum lærararnar á Føroya Læraraskúli um støðuna  í apríl 2009, tosaði hann um teir starvsfelagar, ið ikki dugdu at samstarva og obstrueraðu – hvør skuldi siga: teimum var ikki pláss fyri. Tað vóru so eg, og hinir seinnu uppsøgdu starvsfelagar hansara.  Og tá ið starvsfólkini á Fróðskaparsetri Føroya í juni 2009, í sambandi við uppsagnirnar, skipaðu fyri fundi á Føroyamálsdeildini, var Mikkjal Mikkelsen so solidariskur við uppsøgdu starvsfelagar sínar, at hann troppaði upp á fundinum og einvíst stuðlaði leiðsluni á Føroya Læraraskúla í hennara gerðum, sjálvt um uppsøgdu starvsfelagar hansara sótu á sama fundi.

 

Í mai mánaði, sama árið, var eisini aðalfundur í Magistarafelagnum, á fundi møttu einir 10 - 15 limir. Ringt var at manna nevnd, og  hóast eg ikki longur var nevndarlimur, men hevði verið tað í eitt áramál, so játtaði eg at gerast tiltakslimur, so nevndin kundi mannast. At vera tiltakslimur í Magistarafelag Føroya, hevur, alt tað eg veit um, verið rættiliga vandaleyst. Men nú fekk eg annað at síggja.

 

Sjálvandi tók tað mær fast, aftaná at hava verið lærari í so nógv ár á Føroya Læraraskúla,  at verða uppsagdur, eftir eina ómenniskjansliga forfylging og happing frá leiðslunar síðu, saman við ósolidariska atburðinum hjá summum starvsfeløgum mínum.


Øll hesi árini á Føroya Læraraskúla havi eg havt omanfyri 600 lærara og pedagoglesandi til endaliga próvtøku í pedagogisku og psykologisku lærugreinunum, við ógvuliga góðum úrslitum. Mær vitandi, og eisini eftir útsøgnunum frá øllum teimum fyrrverandi lesandi, eg møti í dagliga arbeiði mínum, so havi eg verið ein dugnaligur og avhildin lærari, góður at samstarva við. Jóannes Hansen, rektari, royndi eyðvita at spjaða illgruna um arbeiði mítt, men lat tað fara. Í míni verð ber tað illa til, at 600 fyrrverandi lesandi á Føroya Læraraskúla fara skeiv í teirra meting av mær, meðan Mikkjal Mikkelsen hevur rætt í síni meting, at eg eri eitt bartrog uttan samstarvsevni, ið tað er lov at forfylgja og happa, hiðani frá og til ævinleikan.

 

Komin út í 2010 byrjaði eg so smátt at fóta mær aftur aftan á persónliga skelkin; men eg skuldi hugsa um – í mínum aldri - at finna mær eitt arbeiði aftur – og tað kundi gerast trupult við teirri roynd, ið rektarin á Føroya Læraraskúla, saman við Mikkjali Mikkelsen,  hevði gjørt fyri at oyðileggja mítt trúvirði.

 

Á vári 2010, boðaði Tróndur Leivsson frá, at hann fór úr nevndini í Magistarafelagnum í úrtíð, og tók eg við, hetta var heilt í samsvari við lógir felagsins, tí fyrstvaldi tiltakslimurin, hevði tikið sæti fyri Petur Østergård, ið eisini var farin úr nevndini. So alt gekk eftir bókini og lógum felagsins.

 

Tá ið eg so kom á aðalfundin í mai 2010, og upplivdi tann illviljaða hópin frá Føroya Læraraskúla, ið har var komin á fund, gjørdist eg forfardur, og hugsaði, hvørjar søgur, ið Mikkjal Mikkelsen og fylgisneytar hansara spunnu um meg á Føroya Læraraskúla, tí mong av teimum, ið har komu, kendu meg als ikki, og fleiri hevði eg sjálvur útbúgvið – mær vitandi uttan misljóð og fleiri vóru fyrrverandi starvsfelagar mínir. Eisini var rektarin á Setrinum har, hansara leiklutur var mest ein patetisk roynd at bera í bøtuflaka fyri sær sjálvum. Fyri mín part var hettar ein óalmindiliga óbehagiligur aðalfundur.

 

Part av frágreiðingini fekk eg á fyrsta nevndarfundi, har Mikkjal Mikkelsen legði út við at siga, at tað var ikki øll, ið dámdu, at eg var nevndarlimur í Magistarafelagnum, hvør skal siga, mínir fyrrverandi starvsfelagar á Føroya Læraraskúla, teir dámdu meg ikki, og at alt ikki var gingið rætt fyri seg, tá eg vafrð valdur: tað vóru orðini hjá honum. Tað var vorið sum vælkomst at geva og solidaritetur við ein uppsagdan starvsfelaga, ið Mikkjal Mikkelsen har møtti mær við, ein fyrrverandi starvsfelaga, ið kanska var í svárari persónligari neyð.

 

Eyðkennið fyri fakfelagsrørsluna er fakligur og persónligur solidaritetur og samanhald.  Í Mikkjalsa verð kundi happingin og forfylgingin bara halda fram, sjálvt um eg var farin úr starvi, eg var uttan arbeiði og Mikkjal einki visti um, hvussu mín persónliga støða var.

 

Hvussu nevndararbeiðið hevur gingið ella rættari sagt ikki hevur gingið hetta árið, vita tit í nevndini líka væl, sum eg.

 

Men, tá ið eg møti á nevndarfundi 3. mai, fyri at fyrireika aðalfundin og Mikkjal Mikkelsen sigur frá, at hann, eftir limafund á Føroya Læraraskúla, hevur sett seg í samband við “neutralan” fundarstjóra, og biðið hendan stjórna aðalfundinum, uttan sjálvandi at kunna nevndina frammanundan. Tá fór at gerast ovboðið hjá mær. Fyrst vildi Mikkjal Mikkelsen ikki koma við nakrari grundgeving fyri hesum stigi sínum, bara tilsipingum, sum vant. Síðani kom burturúr honum, at hann metti at fundarstjórin á seinasta aðalfundi hevði verið partískur. Skoytast skal uppí, at Mikkjal jú ikki var á aðalfundinum.

 

Síðani vísti tað seg, at hann helt, at bakstøðið fyri hesa konspiratión og lógarbroti á aðalfundinum seinast var, at fáa bakbeistið Rógva Thomsen inn í nevndina gjøgnum bakdyrnar.  Sostatt – sambært honum - var allur aðalfundurin síðsta ár – 2010 - lógarbrot, og fyrrverandi formaðurin ígjøgnum nógv ár – Heri Kragesteen, ið var fundarstjóri – hevði medvitið roynt at villeitt limirnar. Men nú skuldi skil fáast á, og Mikkjal hevði funnið ein “neutralan” fundarstjóra, hvør skuldi siga: seinasta ár fór ikki alt rætt fram og tað skuldu vit, ið har sótu, bara góðtaka, at vit vóru lógarbrótarar.

 

Tá gjørdist ovboðið hjá mær.

 

Eg havi sitið heilt eftir reglunum í nevndini í eitt ár, og havi roynt at gjørt mínar skyldur.

 

Tann illgitan av bæði mær og av nevndini, sum Mikkjal Mikkelsen blívur við at koma við, kann eg als ikki longur standa model til. Tá ið tað so harafturat skilst, at hann ætlar aftur í ár at mobilisera á Føroya Læraraskúla, fyri at trumfa sín vilja og sína fatan ígjøgnum, í sínar longu herferð móti mær, og enn einaferð misteinkiligera alt og øll, tá var ovboðið hjá mær – og eg tók ta avgerð ikki at koma á aðalfund.

 

Eg havi hvørki hug til ella vil standa model til - enn einaferð - ta viðferð eg fekk á aðalfundinum á vári 2010 – og framhald av tí ágangi, ið hevur verið á meg seinastu trý árini. Lívið er alt ov stutt og dýrabart til, at eg vil útseta meg sjálvan  - enn einaferð - fyri hatska atburðinum hjá Mikkjali Mikkelsen.

 

 

Vinaliga

 

Rógvi

14. marts 2014

Eru lærarar útbúnir til at taka sær av foreldrasamstarvinum?





Eg havi lurtað heila tvær ferðir eftir sendingini Radaranum í dag, har formaðurin í Lærarafelagnum, forkvinnan í felagnum Skúli & Heim, og leiðarin í Badmintonhøllini viðgjørdu hasa vælsignaðu klummuna hjá Rudi Heinesen um ábyrgdarbýtið millum skúla og heim.

 

Eitt eg beit merki í var, at formaðurin í Lærarafelagnum legði dent á, at skuldi meira skipað samstarv verða millum skúla og heim, so var neyðugt, at læraranir vóru útbúnir til tað. Nú havi eg havt ábyrgd av, at útbúgva lærararnar í teimum pedagogisku fakunum í nógv ár á Føroya Læraraskúla. Eg fór at ivast í, um eg hevði forsømt mítt arbeiði og ikki tikið tann problematikkin upp: samstarvið millum heim og skúla í útbúgvingini. Eg fór í at hyggja míni pappír ígjøgnum. Tað er ikki eitt ári eg ikki saman við mínum psykologkollegum  taki evnið upp. Nú kann tað sjálvandi verða, at orsøkin til, at tað kanska ikki hevur rinið við er, at eg eri ein vánaligur undirvísari, ta forkláringina skal eg als ikki útihýsa. Men hin forkláringi er, hvussu lærugreinarnar og evnini vórðu fataði á Læraraskúlanum. Har var tað soleiðis, at linjugreinarnar vórðu hildnar at vera tað, ið hevði allarmesta týdningin, og so vóru pedagogisku-psykologisku lærugreinar nakað, mann bara var noyddur til at hava, við meira ella minni hugi. Eg skal ikki lasta tey lesandi fyri handan hugburðin, tí hann var minst líka so nóg ráðandi millum fak-fak lærararnar á  Læraraskúlanum. Men at tað er blivið undirvíst í skúla heim samstarvi er í øllum førum vitnifast.

Hvussu støðan er nú í útbúgvingina av lærarum og pedagogum, kann eg av góðum grundum ikki úttala meg um, tí eg eri persona non grata á Námsvísindadeildini. Men sum eg havi skilt, so verða nógv av teimum meira serstøku evnunum: sum t.d. foreldrasamstarv, serøkið o.s.fr. ofta avgreitt við nøkrum fáum felags fyrilestrum. Sum sagt er hetta bara nakað eg hoyri, eg veit tað ikki við vissu, men um so er, so eru hvørki komandi lærarar ella pedagogar fult brynjaðir til tann ovurtýdningamikla partin av arbeiði teirra, ið er professionella samstarvið við foreldrini.

22. januar 2014

Um at hava líka lítið skil fyri tí mann ger, sum hundur upp á himmiríkið


Eg havi sitið og lurtað eftir endursendingini av radaranum í útvarpinum, har kjak var millum Sólju í Ólavstovu, Marjun Hanusardóttir og Eyðun Christiansen, um rættartrygdina og  um møguleikarnar hjá umsiting okkara at taka tryggar, professionellar avgerðir í einum lítlum samfelag, merkt av nepotismu og oftani krotusmiðuavgerðum. Eg beit merki í, at Marjun Hanusardóttir vísti á, at umsitingin var tann, ið var garanturin fyri at fakliga støðið var hildið, og røttu avgerðirnar tiknar. Sum rætt er, so vísti hon á, at hetta kann fáa vanlukku fylgjur fyri alt samfelagið, um ikki rætt er atborðið, tí okkara fakliga umhvørvi og ikki minst okkara almenni ofta er veikt, vit eru so fá, tí fáa tey, ið taka avgerðirnar ikki altíð tað neyðuga mótspælið.



Men hvat gera vit so, tá ið tað er umsitingin sjálv, ið svíkir. Eitt tað grefligast dømið eg kenni er, tá ið uppskot til nýggja læraraútbúgving og pedagogútbúgving varð gjørt. Ein trímannanevnd sat og snikkaði hettar til: Ein deildarstjóri í Mentamálaráðnum – fyrrverandi landsbókavørður – var formaður í nevndini. Hinir báðir limirnir vóru táverandi rektarin á Føroya Læraraskúla og ein skrivari, eitt embætisfólk í Mentamálaráðnum. Tann einasti, ið hevði eitt lítið sindur av innliti í læraraútbúgvingina var læraraskúlarektarin, hann hevði eina gamla læraraútbúgving, og hevði eitt stutt tíðarbil verið lærari á einum kristnum frískúla í Keypmannahavn. Pedagogútbúgvingunum hevði hann einki skil á. Hinir báðir høvdu ongantíð havt nakað við lærara- og pedagogútbúgvingar at gera. Kortini hildu teir seg til, hesir stavnarnir. So skuldi mann trú, at hesir søktu sær serkøna hjálp, nei, tað gjørdu teir ikki, einastu, ið vórðu spurd, vóru fólk, ið vóru eins óvitandi um økið, sum teir sjálvir. Alt varð konfirmerað av táverandi rektaranum á Fróðskaparsetri Føroya, ein professari í fólkaminnisfrøði.




Um hesar avgerðir teirra fara at fáa ávirkan á framtíð okkara? Man tað ikki verða?

20. januar 2014

Pisakanningin er óbrúkilig-

Pisakanningin er óbrúkilig-
tað hon kanska kann brúkast til, verður føroyska kanningin ikki brúkt til

Í Sosialinum 16. desember 2013 er ein samrøða við meg um føroysku Pisakanningina, og Pisakanningarnar alment. Nú eru tað neyvan øll, ið altíð fáa við, hvat stendur í bløðunum hvønn dag, so kanska hetta hevur almennan áhuga.
Rógvi Thomsen 20. januar 2014


Rógvi Thomsen, pedagogiskur ráðgevi, fýlist á, at Mentamálaráðið ikki alment setur navn á øll tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at takast viðvíkjandi Pisakanningini. Kanningin lýkur heldur ikki alment galdandi hagfrøðisligar reglur, vísir hann á.

Ingolf S. Olsen

- Vit hava hoyrt landsstýrismannin og onnur tætt at Pisa-kanningini júka upp í saman um, at Pisa-kanningarúrslitini skulu takast við fyrivarni, men ongin sigur nakað um, at sjálvur mátin, kanningin er gjørd upp á, í allar hægsta grad eisini skulu takast við størsta fyrivarni. Tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at verða tikin, eru so nógv, at kanningin í roynd og veru er fullkomiliga óbrúkilig.

So bersøgin er Rógvi Thomsen, cand.ped og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernám.

Ongin frágreiðing
Hann hevur nærlisið almannakunngjørda tilfarið í seinastu Pisa-kanningini, Pisa 2012, og er skelkaður. Ikki av, at føroysku næmingarnir klára seg so illa í kanningini, men av, at hon er almannakunngjørd uttan nakað boð upp á veruligar frágreiðingar.

- Bara tað, at føroyska fráðgreiðingin ikki fyllir meira enn 20 síður, meðan tann danska fyllir 164 síður, sigur nóg mikið um fakligu viðferðina, føroyska kanningarúrslitið hevur fingið frá tí myndugleikanum, ið hevur biðið um kanningina, staðfestir Rógvi Thomsen.

Men hvat er tað ítøkiliga, sum fær hann at vera so avgjørdan í síni kolldøming av Pisakanningini?

- Fyri tað fyrsta, tá tú mátar okkurt, so mást tú vita, hvat tú mátar, og hvat tú mátar í mun til. Og tá tú so hevur eitt mátiúrslit, mást tú hava boð upp á, hví úrslitið bleiv, sum tað bleiv. Onki av hesum er uppfylt í hesi kanningini. Vit kenna einki til bakstøði, fortreytir og metodir í kanningini. Tað er eitt krav, skal kanningin hava vísindaligt gildi.



Óvísindalig kanning
Høvuðstrupulleikin í kanningini er sambært Rógva Thomsen – og fleiri serfrøðingum, ið hava fingið ljóð uttanlands – at sjálv premissan, fortreytin, fyri kanningin ikki heldur. Tí tað verður gingið út frá, at kanningin verður einsháttað í øllum londunum, tí tað sama verður mátað í øllum londunum, og at tað tískil ber til at samanbera úrslitini í teimum ymisku londunum.
Men so einfalt er heimurin ikki skrúvaður saman.
Rógvi Thomsen vísir serliga til ein av fremstu Pisa-kritikarunum í Danmark, hagfrøðingin Svend Kreiner, professara, ið beinleiðis heldur Pisa-kanningarnar vera vísundaliga ógrundaðar, tí hagfrøðisligu fortreytirnar ikki halda.
Kreiner hevur millum annað víst á, at torleikastigið í Pisa-uppgávunum er ymiskt frá einum landi til annað, og at munurin ofta er ógvuliga stórur. Og tann trupulleikin kann væl vera til staðar, sjálvt um uppgávurnar vóru neyvt tær somu í øllum londunum. Tí mentanirnar eru sera ymiskar, og somuleiðis skúlaskipanirnar. Tær leggja als ikki dent á tað sama í øllum heiminum.


Ymiskir førleikar
Eitt nú hevur Svend Kreiner verið við til at gera greiningar, ið vísa, at danskir næmingar duga betri enn kanadiskir næmingar at fáa upplýsingar burtur úr tekstum. Øvugt duga kanadiskir næmingar betri enn danskir at gera sær hugsanir, reflektera, um tað, ið lisið verður.
Sostatt verður tað ein spurningur um, hvussu uppgávurnar eru blandaðar. Eru fleiri spurningar um upplýsingar enn reflekterandi spurningar, klára danskir næmingar seg betri og øvugt.

- Júst hesar atfinningarnar verða tiknar stórum álvara uttanlands. Í Danmark hava atfinningarnar ávirkað teirra mentamálaráð so nógv, at tey ikki vilja plasera Danmark á Pisa-stigatalvuni. Í staðin siga tey, at Danmark er í einum bólki av londum, sum liggja á nøkunlunda sama stigi.
- Trupulleikin er, at tað, man ger mátinginarnar í, langt frá er einsháttað. Tí fært tú nettupp úrslit, ið ikki kunnu samanberast. Mátingarnar verða gjørdar í  9. flokkum í ymiskum mentanum og skúlaskipanum.

 Tað einasta, tú kanst staðfesta við vissu út frá mátingunum er, at mentanirnar eru ymiskar, sigur Rógvi Thomsen.

- Í teirri føroysku Pisafrágreiðingini frá 2012, verða hesar samanberingar nærmast absurdar. Her verður gjørd ein neyv stigatalva, ið vísir samanberingina millum tey seks Norðurlondini. Tá ið vit so vita, at alt eftir hvussu Pisakanningin verður gjørd upp, so kunnu tey einstøku londin flyta heilt nógv upp ella niður á stigatalvuni, so er føroyska samanberingin óbrúkilig. Tað er m.a. tí danska Undirvísingarmálaráðið ikki kunngerð, hvar Danmark er plaserað á stigatalvuni; men tað ger føroyska Mentamálaráðið uttan nakað fyrivarni.



Skiparasøgurnar
Føroyska mentanin og føroyskur skúlaskapur er eisini ymiskur í mun til onnur lond, vísir hann á og nevnir nógvu søgurnar um føroyskar skúlanæmingar, sum vórðu skýrdir ar vera sibbar ella vónleysir forherðingar, men sum kortini endaðu sum skiparar og skipsførarar.

- Eg haldi, at tað er nógv, sum bendir á, at hatta er so og ikki bara ein mýta. Nógvir føroyskir dreingir hava ikki tímað at gingið í skúla - skúlin hevur einki havt at bjóða teimum -  og av tí sama hava teir onki dugað. Øll siga søgur um slíkar dreingir frá síni skúlatíð. Men tá teir so knappliga fáa brúk fyri sínum evnum, so eru tey har, og teir kunnu fara upp á skúla og fáa góð pappírir. Tað, sum vit eiga at spyrja okkum sjálvi er, hvussu tað ber til, at skúlin í  9 – 10 ár ikki hevur klárað at møtt hesum dreingjum? Hvat tað er skúlin ger skeivt? Nýggj donsk kanning av sama bólki av teimum 15 – 20 %, ið hava vánaligastu lesiskoringina í 9. flokki í Pisakanningunum vísir, at aftaná 5 ár hava 60% av teimum tikið eina ungdómsútbúgvin, ja, ein fjórðingur hevur tikið studentsprógv, fleiri eru í gongd við eina meira enn fimm ára langa útbúgving. Bara hetta eigur at siga okkum, hvussu óálítanndi Pisakanningarnar eru, og so als ikki sum amboð til at bøta um fólkaskúlan við.
Hann leggur stóran dent á, at tað eigur at viga tungt í øllum førleikamátingum, hvussu tað sosiala og økonomiska familjuumhvørvið - tað sosioøkonomiska grundarlagið - hjá hvørjum einstakum næmingi sær út.

Sosialur arvur

 – Hædd er als ikki tikin fyri tí sosiøkonomiska grundarlagnum í føroysku Pisa-kanningini, hóast vit væl vita, at sosialur arvur hevur ómetaliga nógv at siga fyri lesi- og læriáhugan hjá børnum og ungum. Vit vita, at tað er útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum og kulturelli og sosiali kapitalurin í heiminum, ið hevur mest at siga fyri úrslitini í Pisakanningunum. Tann veruleikin kann lættliga ávirka eitt Pisa-úrslit, men tað ger ikki føroyskar næmingar hvørki býttari ella klókari enn næmingar aðra staðir, sigur Rógvi Thomsen. Tað er ikki annað enn merkisvert, at hesi viðurskift ikki eru við, tí hetta er sjálvt grundarlagið fyri øllum broytingum og framhugsnum átøkum í fólkaskúlanum. Og kanska tað einasta vit kunnu brúka Pisaúrslitini til.
-Tann parturin, ið vísir okkum, hvar teir ymisku bólkarnir eru í sosiøkonomiskum samahangi- bakstøðið hjá ymisku bólkunum - verður gjørt upp í Pisakanningunum. Men tað tykist Mentamálaráðið ikki at halda hevur áhuga hjá okkum, tíansheldur gera upp.

- Tað undrar meg stórliga, at hetta ikki verður viðgjørt í sambandi við føroysku Pisa-kanningina, tí í londunum rundan um okkum verður dúgliga kjakast um júst hetta, leggur hann afturat.


Eitt er, at hann finst at sjálvari Pisa-kanningini, og at hon her heima ikki er viðgjørd á annan hátt, enn at ráðu tølini eru samanborin við tey í grannalondunum. Eitt annað er, hvat kanningin verður brúkt til fram eftir.

Framsøkin eftirmeting

- Tað, eg óttist mest, er, at mann fer at gera okkurt óumhugsað, tí tað hevur mann gjørt higartil, bara fyri at verða betri í Pisa fram eftir.  Tí hetta mest av øllum er ein heimsmeistarakapping millum lond og politikarar, at liggja hægst á eini stigatalvu, ið í veruleikanum lítið og einki kann brúkast til. Tí verður kanningin oftast bara brúkt negativt innanhýsis til at niðurgera skúlar og lærarar, og banka teir uppá pláss við trongum, stýrandi námsætlanum. Hesi gongd fari eg at ávara ímóti. Hesar kanningarnar nytta lítið og onki, og tær kunnu ongantíð brúkast sum grundarlag fyri broytingum í okkara skúlaskipan og undirvísing. Tí skulu lærararnir halda seg til sítt egna vit og skil, tað eru teir, ið eru fakfólkini og kenna næmingarnar, og ikki lata seg ávirka av hesi Pisa-øsingini, sigur Rógvi Thomsen.
Við hesum meinar hann tó ikki, at lærararnir og skúlarnir skulu gevast at eftirmeta, men teir skulu gera tað framsøkið, progressivt . t.e. allatíðina. Pengarnir til hesar pisakanningarnar høvdu betrið verið brúktir til okkara egna eftirmetingarstovn á haldgóðum vísindaligum grundarlagi,

- Teir skulu eftirmeta kontinuerligt/støðugt og ikki sum nú bara í 9. flokki, eftirmetingin eigur at vera ein eftirmeting av tí einstaka næminginum í mun til sín sjálvs og ikki samanbering millum skúlar og lond. Eftirmetingar er eitt pedagogiskt hjálpiamboð og ikki ein kappingarmiðil. Eftirmetingin eigur at vera ein samskipaður partur av verandi skúlaskipan og eigur at leggja seg eftir at bróta negativ sosial mynstur. Tað er tað, sum skapar fyritreytirnar fyri at kunna læra nakað. Pisa leggur dent á fakligar testir, men als ikki á tað, sum skapar fyritreytirnar fyri at læra
, staðfestir Rógvi Thomsen.


16. november 2013

"Eingin er fullspottaður..."


 






Eitt orðafelli er til á føroyskum, ið sigur soleiðis: ” Eingin er fullspottaður,  fyrr enn hann spottar seg sjálvan.

 Hetta orðafellið kom mær í hug, tá ið eg sá hesa fráboðan:
 
Fólkavald

Alment tiltak verður leygardagin 16.11. kl. 14:00

Byrjað verður í Løgtinginum.
Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, tekur ímóti, vísir runt og greiðir frá.

Kl. 15:00 hevur Jóannes Hansen, cand. mag. og valserfrøðingur, framløgu um val, valskipanir og vald í Losjuni á Tinghúsvegnum.
Síðani verður bólkakjak og samanumtøka.
Tiltakið er av kl. 18:00

Tiltakið er ókeypis.

Fakfeløg, áhugafeløg og ungmannafeløg

 

Tað er ikki hissini umboð - hesin seinni luttakarin - fakfeløgini velja sær til framsøgumann. Eg sat sjálvur sum nevndarlimur í fakfelag, tá ið hesin var leiðari fyri stórum almennum útbúgvingarstovni.

Bæði meðan eg sat sum nevndarlimur, og áðrenn, vóru tað ikki fáa mótmæli, fakfelagið eg umboðaði, skrivaði um tey brot á okkara sáttmála, ið fóru fram undir hansara leiðslu. Og ikki minni tað stríð, paraplyfelagsskapurin, ið vit vóru partur av,  høvdu við hendan luttakaran fyri sáttmálabrot, fyri fyrilitarleyst at skúgva til viks ásetingar í sáttmála okkara og ikki at halda starvsfólkapolitikkin hjá tí almenna.

 


Hesi mótmæli vóru ikki bara skrivaði til hansara persónliga, men eisini til lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðið og til táverandi rektaran fyri Fróðskaparsetur Føroya, umframt fundir við partarnar, ið varðaðu av.
Ikki minni mælti fakfelag mítt frá at søkja størv á stovninum, hann var leiðari á, so leingi sáttmálin ikki varð hildin og starvsfólkapolitikkurin hjá landinum ikki fylgdur.