Tá ið
eg upprunaliga skrivaði hesa grein, var kunngerðin um forskúlar ikki sett í
gildi, men sama dag, sum seinni partur av greinini varð prentaður í Sosialinum,
fríggjadagin 16. august, varð kunngerðin lýst á Kunngerðarportalinum. Tað var
mín vón, tá ið eg skrivaði greinina – akkurát, sum so nógv onnur frammanundan
mær hava roynt – at fáa Mentamálaráðið at hugsa seg um, og fara í dialog við
øll fakfólk á økinum um tilboðið til tey 6 til 7 ára gomlu. Tað er so ikki
eydnast. Mentamálaráðið hevur ikki lurtað, og hevur av sínum eintingum bara
sett hesa forskúlakunngerð í verk - við so gott sum ongum grundarlagi og við
ongari fakligari grundgeving.
Tað
ger so ikki greinina minni aktuella – heldur tvørturímóti – tí at fakligu
argumentini bara eru ein eyka undirstriking av, hvat er farið fram, og hvussu
vónleyst tað kann vera at argumentera fakligt við hægstu myndugleikar okkara.
Men slíkt afturstig sum hetta skal kortini ikki halda okkum aftur í at brúka
orðsins makt.
Tí,
sum kvøðið verður:
Og de dansed dem på slottet ind
- slottet det er vundet;
med dragne
sværd under skarlagensskind.
For Erik konge
hin unge;
med dem så vare de,
for hannem så
dansed de.
Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal
Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd
Sjódregil fyri landi stendur,
man til bøndur tala:
"Tungligt er, tá undangongan
endar aftur á hala."
Grái táttur ella bóndatátturin, 1938
Seinastu 20 – 30
árini er stovnsliggeranin av barndóminum í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta
hevur eisini havt við sær, at børnini í mestan mun sita inni og læra. Tað
eyðkennir menningina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni
hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at læringin verður merkt av
tvingslig og er ónattúrlig, samanborið við at læra av.