Sum tað er gevandi. Eg havi beint nú verið saman
við einum bólki av gentum úr einum 9. flokki í Kommunuskúlanum, ið arbeiðir við
einum prosjekti um happing. Hvørja ferð eg eri saman við okkara ungdómi, so
gerist eg so glaður, ja, dagurin er bjargaður. Tey eru so skilagóð,
verðinsklók, løtt og fitt at vera saman við. Ein ungdómur, ið bæði hevur frægd
við sær og vísir dýpi - klók og vitandi. Tað, sum kann gera meg tristan, er at
vit kanska skjótt skulu siga farvæl við
tey, tí vit ikki hava pláss fyri teimum í okkara landi: Her á landi verður
gjørt meira fyri makrelbarónarnar enn okkara ungdóm. Tað má vera eitt ríkt
samfelag, ið hevur ráð til at sleppa slíkum dýrgripi."
Ingen kommentarer:
Send en kommentar