18. marts 2013

Læring fyri lívið


Nei, tað er ikki nøkur andsøgn ímillum at mennast og læra alt lívið, og  at sleppa at vera barn.

Problemið hjá okkum vaksnu er kanska meira, at vit missa tað spælandi barnið í okkum -  homo ludiens – avbjóðingin er, hvussu vit varðveita hugin at læra alt lívið og hvussu vit forða fyri, at alt endar í turrgeldari formalismu, við próvtøkum, testum, uttanhýsis evaluering o.s.fr.

At kravið til læring kemur uttanífrá og ikki innanífrá. Gamalt er, at hugurin drívur verkið.

Eina menning, ið leggur dent á, at vit øll eru so ymisk, og at vit eisini læra uppá ymiskan máta.

Hetta tykist ein kjarnin í øllum kjakinum: mótsetningurin millum læring og undirvísing. Vanliga definitiónin er, at undirvísing er skipað læring, meðan læring er tað sum fer fram allatíðini, eisini uttan fyri skipaða undirvísing.


Eri greiður yvir at eg seti tað eitt sindur fýrakantað upp, men tað er ikki heilt skeivt, at skúlin er eyðkendur av skipaðari undirvísing, meðan dagstovnaøkið er meira upptikið av læring. Prinsippiella ósemjan verður,  fyri ein part, hvussu eitt lærandi umhvørvi verður skipað, nær vit fara undir formaliseraða undirvísing – og hvat formaliserað undirvísing er. Hvat og hvussu verður lært um onnur tiltøk, enn skipaða fakliga læring, men ikki minst at skapa tey optimalu vilkorini fyri læring, soleiðis, at hugurin at læra verður hildin við líka restina av lívinum.

 
Tað er lítið at ivast í, at tey 6 til 7 ára ára gomlu eru komin onkunstaðni á lívsleið teirra, at okkurt meira skal henda enn vanligu dagstovnatilboðini,tað er væl kjarnin í øllum kjakinum. Men tað, sum so er tann stóri spuringurin er, um skúlin, soleiðis, sum hann er skipaður í løtuni, er tað besta tilboðið til tey, tí eiga vit at nýhugsa bæði økini.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar