25. maj 2013

Eg fái kaldasveitta - New Public Management


 
 

Onkursvegna fái eg kaldasveitta av at lesa hesa greinina: Managementbølgen i det offentlige fører ikke til bedre resultater. Vit eru í okkara óvitsku við at endurtaka allar hesar ónollurnar, ið eru við at jarðleggja øll vælferðarsamfeløguni í Norðurlondum. Her á klettunum eru vit eisini við at missa fótafestið av hesi New Public Management bylgjuni, ið er yvir okkum.
 



-        Vit hava fingið eina rúgvu av nýggjum leiðarum, men hvat vantar okkum: kvalificeraða leiðslu, og hava vit fingið hana? Nei?

 

-        Vit hava fingið eina rúgvu al nýggjum samaløgdum stovnum, og nógvar nýggjar leiðarar. Men eru fleiri hurðar? Nei.

 

-        À skúlaøkinum fingu vit pedagogisk ráð, so nú hava lærarnir mist ta ávirkan, ið tryggjaði ein góðan, fólksligan, skúla og hava vit fingið ein betri skúla av eini toppstýrdari leiðslu? Nei?

 

-        Setrið er stjórnað av eini ”óheftari” nevnd. Er tað blivið betri? ?.

 

-        Vit hava fingið eina rúgvu av privatum partafeløgum, ið kappast við tey privatu. Er tað blivið betri: Veit ikki, stjórarnir hava fingið betri løn, tað veit eg.

 

-        Okkara aðalráð hava samstundis fingið tann óvanan at seta stjórar og leiðandi starvsfólk, ið koma frá teirra egnu stovnum, í starv á ymiskum øðrum almennum stovnum. Eri hesi so loyal yvir fyri uppgávunum í teirra nýggju størvum og í tænastuni fyri fólkinum? Nei tey eru loyal yvir fyri tí ráði tey komu frá og fíggjarlógini.
 


Er tað fólkið, ið ræður? Kanska? Vit hava valt politikarnar, men ikki ráðini. 

Er alt hetta góð leiðsla? Ella hava vit bara fingið fleiri leiðarar? 

Øll, ið hava bara eitt sindur millum oyrini, vita at besta arbeiðið verður gjørt av medarbeiðarum, ið trívast, hava medávirkan á teirra arbeiði, verða hoyrd í teirra arbeiði og gerandisdegi. Verða vird. Hví ger okkara almenna so tað øvugta?

Henda toppstýring, ið vit eru á veg inn í, við eini rúgvu av millumleiðarum, ið gera tað enn verri at røkka endamálinum: Eitt liviligt samfelag fyri alt fólkið. Hvør er tað í setir tað í verk? Er tað av ósketni ella er tað medvitið?

 


Í øllum føri sigur øll fornuft og vitan okkum, at hetta leiðir bara til enn meira toppstýring, ineffektivitet og  ólønsemi. Ì síðsta enda førir tað til ónøgd og eina verri tilveru fyri okkum øll.

 


Eru vit blivin lukkuligar hesi seinastu árini, vit eru blivin ríkari og ríkari, og samstundis hava mist meira og meira ávirkan á okkara politiska og gerandsliga lív, ið er blivið bureaukratiserað út yvir alt mark? Eg eri ikki, eg veit ikki hvat tit eru blivin.




 

 
Ella eru vit, fólkið, offurlambið, sum í Ezekiel, ið verður borið fram sum brennioffur?

Hini dagligu ofrini

Hvønn dag skal hann bera fram veturgamalt lýtaleyst lamb sum brennioffur til Harrans; á hvørjum morgni skal hann bera tað fram. Somuleiðis skal hann hvønn morgun sum grónoffur aftur við tí bera fram ein sætting av efu og av olju ein triðing av hin til at væta mjølið við; sum grónoffur Harranum til handar skal hetta vera ævinlig skipan. Soleiðis skulu teir bera fram lambið, grónofrið og oljuna hvønn morgun sum dagligt brennioffur.

Ezekiel 46, 13 - 15
 

Vit skulu ikki hava fleiri leiðarar, men gjarna góða leiðslu, vit skulu hava: New Public Leadership


 

 

 

17. maj 2013

Fólkaskúlin fyri løgtingið - Ein barnavinarligur skúli?


Ein nýggjur skúli 







Eg havi beint nú verið á eini ráðstevnu um frítíðarskúlan og frítíðarvirksemi, har legði kendi danski barndómsgranskarin Erik Sigsgaard (f. 1938) fram hetta uppskotið til nýggja fólkaskúlalóg:

 

 
Ein nýggj fólkaskúlalóg

Endamál: at styrkja spæl, uppliving og læring í einum frælsum og fólkaræðisligum umhvørvi

 
Grundarlagið undir hesum skúla er: 

-       Tímatalið má ikki víðkast til meira enn tað longu er frammanundan

-       Spælið skal virðast og má ikki skotrast burtur av spæl og læring

-       Skúlating verða avtikin

-       Aldurssundirbýttir flokkar verða umbýttir við aldursintegreraðum  bólkum
 
-       Í minsta lagið 25% av undirvísingini skal vera uttandura
 

 
-       Lærarin má ikki tosa í meira enn sjey minuttir út í eitt

-       Granskingarhátturin skal vera ráðandi hátturin
 

-       Skelding og annar yvirgangur móti børnunum skal basast

-       Børini skulu hava rætt til at skifta flokk

-       Í fríkorterinum eru børn og vaksin saman á grønu økjunum hjá skúlanum, um spæl, leik, spøl og samtalu
 

-       Upplatingartíðin á frítíðarskúlunum má ikki avmarkast

-       Í frítíðarskúlanum skal rætturin hjá børnunum til at avgera hvat tey vilja gera virðast og eisini saman við hvørjum

-       Tey vaksnu á frítíðarskúlanum skulu allatíðina vera í gongd við okkurt

-       Børnini kunnu vera við, hyggja at ella melda seg burturúr

-       Forskúli skal vera frívilligur og høvuðsinnihaldið skal vera spæl

-       Um foreldrini vilja, so kunnu tey útseta skúlabyrjanina í upp til tvey ár

Í tí mesta kann eg samtykkja, kanska vit skulu leggja hana fyri løgtingið?

 

14. maj 2013

Tað er ikki persónurin, ið er problemið, men problemið, ið er eitt problem.


Happing  í fólkaskúlanum er ikki orsaka av einkultum persónum, men er orsaka av ótta í flokkinum.
 

Hetta er staðfest av granskarum frá Danmarks Pædagogiske Universitet, ið leingi hava havt happing, sum serstakt granskingarøki, hetta er gjørt við, at tey hava fylgt nógvum flokkum og havt samrøður við børn og lærarar.                       (EXBUS DPU 2011)
 
 

Fokus hevur verið á einstaklingin, ein feilur í persónligheitini, hjá ávikavist tí happaða ella happaranum. Í staðin fyri at leggja happingina til einstaklingin, verður nú sagt,  at happing er eitt tekin uppá stóran sosialan ótta í bólkinum – eina sjúku í flokkinum/systeminum.

Tað eru vit vaksnu, ið hava ábyrgdina av einum umhvørvi, ið antin loyvir happing ella forðar fyri henni.
 
Happing er úttrykk fyri sosialum ótta. Óttin fyri at verða útihýstur. Nakað tað harðasta eitt menniskja kann vera úti fyri er útihýsan úr felagsskapinum. Menniskjan verður til í felagsskapi við onnur.Tí gera menniskju hvat tey kunnu fyri at verða í felagsskapinum. Øll kunnu gerast happarar ella verða happað.
 
 

Tað er ikki persónurin, ið er problemið, men problemið, ið er eitt problem.

Øll gransking vísir, at happing snýr seg um ónd mynstur millum børnini og ikki ónd børn.

Børnini kunnu koma inn í nakrar óhóskandi rollur.
 
 

Barnið verður ikki føtt sum antin happari ella offur, tað liggur ikki í genunum. Tað er í samskiftinum við okkum vaksnu, tað lærir at verða til, tí er tað ábyrgdin hjá tí vaksna at siga frá í orði og gerningi.

 

12. maj 2013

At brenna bøkur og síðani menniskju – tankar ein mammudag








Das Was ein Vorspiel nur, dort wo man Bücher verbrennt, verbrennt man am Ende auch Menschen.”
Heinrich Heine sitat úr sjónleikinum Almansor (1821)
 
Tann 10. mai var ein minnisdagur, ið vit áttu at havt givið líka so stóran ans, sum mammudagurin í dag. Hetta var dagurin fyri stóra bókabálið í nazistiska Týsklandi í 1933, á bálið vórðu koyrdir høvundar, sum vórðu hildnir at hótta týskan tjóðskap og týskan fólksligan samleika, millum hesar høvundar vóru m.a.: Heinrich Mann, Klaus Mann, Kurt Tucholsky, Emil Ludvig,  Alfred Kert, Franz Kafka, Joseph Roth, Heinrich Heine, Remarques o.s.fr.
 
Í sambandi við hesa bókabrenningina skrivaði Joseph Goebbels í Die Zweite Revolution:
 
"Sonn nationalsosialisma er instinkt, og ikki vitan.” 



  
Alt hetta nazistiska harræðið móti tankum, bókum og menniskjum fyri kríggið, hevði við sær, at millum 1934 og 1940, flýggjaðu um ein hálv millión intellektuel: vísindafólk, høvundar, listafólk, sjónleikarar o.s.fr. úr Týsklandi og Eysturríki. Týskland er ongantíð seinni komið seg eftir hesa hópflýggjan av andaligari megi.

 
 
Frammanfyri Humbolt universitetið í Berlin er í dag minnisvarðin hjá Micha Ullman fyri bókabrenningini í Berlin 10. mai 1933.  Har stendur hetta kenda sitatið hjá Heinrich Heine úr sjónleikinum Almansor (1821): Das Was ein Vorspiel nur, dort wo man Bücher verbrennt, verbrennt man am Ende auch Menschen.” ( Hetta var bara eitt forspæl, har, ið mann brennir bøkur, brennir mann til síðst eisini menniskju).

Librettoin til henda sorgarleik í Týsklandi kenna vit øll, men hvussu sær út hjá okkum í Føroyum?




Í lesarabrævi 25. mars 2013, sigur Bill Justinusssen, løgtingsmaður, soleiðis í lesarabrævi:
Í farnu viku kom hvøkkur á mong foreldur, sum hava børn á dagstovni. Í tíðindasendingini Degi og Viku greiddu limir í felagnum fyri samkynd og onnur kynd frá, at ein ávís bók er at finna í dagstovnum kring landið. Bókin er hvørki spennandi ella innihaldsrík. Hon kann á ongan hátt javnmetast við fittu smábarnabøkurnar um Flekk hjá Eric Hill ella Mumi-bøkurnar hjá Tove Jansson. Mest av øllum líkist bókin eini skipaðari roynd at greiða okkara minstu, sum enn ikki eru farin í skúla, frá, at tað m.a. er í lagi at vera samkyndur. At alt er normalt og at øll eru normal uttan mun til frávik.Tað tykist fyri nøkur fá at vera sera umráðandi at leggja hetta lítla sáðið í óspiltu og fruktagóðu barnasálina. Børn hjá foreldrum, sum í góðari trúgv lata námsfrøðingunum børn síni í varðveitslu. “Hetta er so meinaleyst – ein fitt lítil bók við litføgrum blýantstekningum og stuttum undirtekstum. Hetta kann ikki gera nakran skaða...” er boðskapurin frá teimum meiri líkasælu. Jú, lítla sáðið er meinaleyst, so leingi sum tað ikki festir røtur og fær frið at vaksa. Men fær tað frið, fær tað við tíðini sterkar røtur og veksur seg stórt og sterkt. Og broytir landslagið
...
Talan er uttan iva um eitt mistak, sum lættliga kann rættast. Tí skal tað vera mín staðiliga áheitan á bæði bókadeildina og á dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina burtur, áðrenn foreldur venda sær móti stovninum. Tað vildi verið spell, tí væl ber til at loysa trupulleikan í friði og náðum.
...
Tað er álvarsligt at siga børnunum hjá øðrum, hvat er rætt og skeivt, uttan at foreldur teirra eru vitandi um taðDagstovnalógin er trygd og verja móti øllum slíkum, og tí liggur ein stór ábyrgd á kommununum og landsstýrismanninum at røkja sínar eftirlitsuppgávur til lítar.


“Tað tykist fyri nøkur fá at vera sera umráðandi at leggja hetta lítla sáðið í óspiltu og fruktagóðu barnasálina.

 
Hvørji eru so hesi fáu, ið hava lúnskar ætlanir um at oyðileggja óspiltu og fruktagóðu barnasálina? Tey kunnu vera mong, um tað eru øll tey, ið ikki eru samsint við Bill.
 
 
“Talan er uttan iva um eitt mistak, sum lættliga kann rættast. Tí skal tað vera mín staðiliga áheitan á bæði bókadeildina og á dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina burtur, áðrenn foreldur venda sær móti stovninum.”

Beinið hasa bókina burtur, áðrenn nakað verri hendir tykkum.


Tað ófrættakenda í hesum gerst týðuligt: 

“Dagstovnalógin er trygd og verja móti øllum slíkum, og tí liggur ein stór ábyrgd á kommununum og landsstýrismanninum at røkja sínar eftirlitsuppgávur til lítar.”


Ikki bara kemur illimaður eftir tykkum, men eisini landsins myndugleikar fara at syrgja fyri, at bert tær “røttu” bøkurnar eru á stovnunum.



Og í vikuni, ið fór,  er so Jenis av Rana, tingmaður úti við líggjanum.
Tey  (LGBT) hava ógvuliga ringt við at halda seg til sannleikan tey manipulera allatíðina.”
Jenis av Rana í Degi og viku
 
Støðutakanin hjá miðflokkinum byggir á hvat hann, ið hevur skapt okkum sigur um hatta (homosexuel).
 Jenis av Rana í Degi og viku
 

Í lesarbrævi 9. mai 2013 sigur Jenis av Rana:
 
“Forsíðan á Dimmu týsdagin kunnger úrslitið frá einari Gallup kanningini, sum er bíløgd ( og konstruerað? ) av felagsskapi teirra, sum velja at kalla seg homosexuell.“

“Greið tala, verður tú leiddur at hugsa, um tú bert lesur yvirskriftir ella skjótt skimmar grein og tøl ígjøgnum. Men vágar tú tær at kanna grundarlagið nærri, sært tú eina ósmædna og freka roynd at fuppa seg til eitt ynskt úrslit.”


“Samanumtikið eitt klassadømi um, hvussu tú manipulerar og villeiðir! Ófatuligt at einki klókt høvd á Gallup gjøgnumskoðar slíkt!”
 
Nú veit eg ikki rættiliga hvør manipulerar hvønn , tá ið Jenis sigur:” felagsskapi teirra, sum velja at kalla seg homosexuel. “ So leggur hann har í, at tað er eitt val og ikki eitt vanligt fyribrigdi. Hesi fólkini hava sjálvi valt at vera óvanlig. Tí er eisini loyvt at vera eftir teimum, og gera tey til “ikki menniskju”.


Einaferð í 19 øld segði fólkatingstingmaðurin Søren Kjær (1827-1893) í einum kjaki: 

                                      ” Hvis det er Fakta, saa benægter a Fakta”
Í dag ber til at smírast eitt sindur at hesum, men skulu vit bara sláa tað upp í glens, ið Bill og Jenis siga?
 
Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð. Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki
1 Jóh 4  v 7, 8
P.S. Eg var eisini góður við mammu mína

11. maj 2013

Vit hava tað so ræðuliga gott – happingin kann bíða til 2015


 
Eg hoyri at Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum sigur, at ein nýggj kanning, skal setast í verk komandi ár at gera eina støðulýsing av happingini í fólkaskúlanum. Nú er tað bara so, at hatta er ikki garantiur fyri nøkrum sum helst. Longu í 2007 siga vit í tilmælinum um átøk móti happing (s.7):

Í kanningini hevur Granskingardepilin eisini gjørt samanberingar við kanningarúrslit hjá HBSC (Health Behaviour in School-aged Children), eitt granskingarsamstarv, skipað undir WHO, sum fatar um 41 ymisk lond. Hesar samanberingar vísa, at Føroyar, samanborið við onnur lond, liggja í ovara endanum, tá talan er um happingartíttleika. Av tí, at tað er ymist, hvussu fyribrigdið happing verður tulkað og viðgjørt í teimum ymisku londunum, so skulu hesar samanberingar tó tulkast við varsemi.

 




Tilmæli:

 

Mælt verður til, at ein kanning verður gjørd eftir sama leisti og í somu árgangum á vári í 2010 til tess at staðfesta, hvørt tey tiltøk, sum nú verða sett í verk, hava munað nakað í arbeiðinum við at basa happing millum næmingar í fólkaskúlanum

 

Mælt verður til, at Føroyar lutaka í HBSC-kanningunum

 

 


Í 2011 søkja eg, og ein starvsfelagi mín, fólkaskúlagrunnin um stuðul til eina verkætlan í samstarvi við DCUM (Dansk Center For Undervisningsmiljø) at gera eina skipan, soleiðis at tað fór at bera til, digitalt, at kanna trivnaðin í skúlum okkara og happingina, tá ið tørvur var á tí, ja, dagligt um neyðugt. Hetta var púra í tráð við tilmælini frá 2007, og hevði nevndin tá eisini fund við Per Schultz Jørgensen, professara og táverandi formann fyri danska Barnaráðnum, hesin hevði eisini tætt tilknýti til DCUM. Endamálið við fundinum var at seta hesa skipan í verk í Føroyum, í eini føroyskari útgávu, ið hevði loyst nógvar truppulleikar hjá okkum. Hetta vísti seg ikki at verða nakar trupulleiki, um vit vildu tað. Og hvat varð so úrslitið av umsókn okkara, ja, Fólkaskúlagrunnurin valdi enn einaferð at stuðla eini ætlan, ið hevði okkurt við lesing at gera. Vit kunnu ikki júst siga, at lesing ikki hevur verið í fokus síðani Pisakanningina í 2005, men kortini skuldi tað enn einaferð upprioriterast.


Í tilmælinum frá 2007 siga vit eisini, í eini lýsing av fyribrigdinum happing (s.4.):

Meðan Olweus mest hellir til, at orsøkin til happing er ymisk psykologisk persónseyðkenni hjá happaranum í mun til umhvørvið, so hella aðrar fatanir til, at tað er sjálvt umhvørvið, ið er “sjúkt”. Víst verður á, at offrini koma úr umhvørvum, har nógv happing er, at sosiali bólkurin ikki rúmar øllum børnum, tí skal arbeiðast við trivnaði og sosiala umhvørvinum í bólkinum og á stovninum.

Longu tá vita vit, at eitt heilt nýtt paradigma er á veg um, hvussu vit fata orsøkirnar til happing og hvat eigur at gerast. Tann seinna fatanin er so tann, ið flest øll taka undir við nú, og hesum vísa vit long á í 2007.
 

Sum dømi, so sigur Red Barnet á heimasíðu síni, at happing er:

Mobning handler ikke om enkeltindivider, men om dynamikker i gruppen

Kortini, so velur Mentamálaráðið at skipa fyri eini rúgvu av skeiðum fyri fólkaskúlalærarum við Helle Høiby, ið umboðaði eina fatan, ið var á veg út. Sjálvur mælti eg frá hesum og mælti til, at vit fylgdu teirri allar nýggjastu granskingini og vitanini um happing.
 

Eingin kann hava nakað ímóti eini nýggjari kanning, men seinast tók hon – minnist meg rætt – ca. eitt ár. Fara vit so í gongd í 2014, so hava vit eitt úrslit í 2015, og álvaratos,  hvussu nógv happing sleppur ikki at fara fram uppá tvey ár. Hetta er, sum tá ið politikarar svara: “Vit fara at seta eina nevnd at kanna málið”. Hvussu nógvar nevndir hava vit ikki havt, uttan at nakað er hent. Einasta, ið hjálpir í hesum máli er handling og aftur handling – ikki í morgin men í dag.


Tað er bara at hygga eftir grannalondum okkara, av teimum vita vit, at happingin ongantíð verður bast endaliga, einastu ráðini eru at hava tiltøk í gongd allatíðina. At kanna einaferð afturat ger, at vit fáa eina lýsing av støðuni tá, umleið 2015. Kann sjálvandi verða,  at Føroyar eru eitt undur ella undantak millum lond, at eingin happing er her. Men eg eri bangin fyri, at so er ikki.

Høvdu vit fylgt tilmælinum frá 2007, so høvdu vit eina støðulýsing hvørt ár av happingini. Um nakað gerst betri av at fáa eina nýggja kanning í 2015, og kanska enn einaferð uttan handling, ja,so ber tað til at ivast í um ein slík kanning er til nakra nyttu, men kanska bert enn ein umbering fyri einki at gera.