10. oktober 2013

At gerast partur av moralska skriðulopinum


 
 


 
 
 

Í fleiri londum rundan um okkum, hevur verið kjakast um, hvørt tað átti at verðið skipað eitt slag av almennari whistleblowerskipan.
 
Trupulleikin er – sum nógv av okkum kenna tað aftur – at tað er so nógva staðni vit gjarna vildu sagt frá. Tað er so nógv, ið fer fram, ið ikki eigur at fara fram, ið vit síggja ígjøgnum fingrarnar við. Sjálvt um vit hava talufrælsi og alt hatta har. 


Jú, vit hava talufrælsi og – sigst –fólkaræði á pappírinum, men samstundis hava vit eisini eina rúgvu av leiðarum - og tá hugsi eg ikki um politikarar – ið ikki kundu droymt um at skipa eitt opið kjak um stovnin hjá teimum ella leiðsluháttin hjá teimum, sjálvt um nógv kanska kundi verið øðrvísi var ein opin dialogur við starvsfólkið.  Hetta er bæði innan tað almenna og tað privata.
 

Hóast tað almenna hevur ein frálíkan starvsfólkapolitikk, so er tað næstan undantak, at  hann verður hildin, og tá ið tað so oftani eru ráð og stovnar undir landinum sjálvum, ið bróta hann: hvat eru vit so? 
Tey flestu av okkum velja at tiga, antin av miskiltum loyaliteti ella fyri frið skyld; men eisini tí vit óttast tær avleiðingar, vit vita tað kann fáa fyri okkum persónliga tala vit at ella siga frá .
 

Dømini eru legio. Men er tað serliga fremjandi fyri fólkaræðið?
Tí í teirru løtu vit ikki tala at, so eru vit medskyldug, og meira vit tiga og góðtaka, verri verður at tala at, og sum frálíður eru vit partar av moralska skriðulopinum og vit eru øll endaði í díkinum, syngjandi við Finnboga Ísakson, sála: Góða mamma tað var ikki eg, dreingirnir teir fírdu meg… 
Ja, kanska vit hava brúk fyri eini whistleblowerskipan fyri at koma burturúr naggatódnini, og fáa eina nýggja byrjan.
 

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar