3. oktober 2013

FÓLKARÆÐI UPPÁ KVAMSVÍS


Hetta, sum Vágaportalurin her ger vart við, at fólk verða sett í ikki lýst fyribilsstørv í miðfyrisitingini http://www.vp.fo/pages/posts/vaelutbugvin-konufolk-hava-litlan-kjans-34439.php#.Uk00_fZq3TM.facebook, er ikki ein nýggjur óvani hjá tí almenna í Føroyum.

 




Meðan Jóannes Hansen  resideraði sum rektari á fyrrverandi Føroya Læraraskúla, árini 2006 til 2011, so var hetta ein tann mest vanligi setanarformurin har, at fólk vórðu sett í fyribilsstørv uttan at hesi størv vórðu lýst leys.  

 


Størvini vórðu sett eftir ógjøgnumskygdum fortreytum hjá rektaranum sjálvum, kanska við stuðli frá tí útvalda skaranum av lærarum á Føroya Læraraskúla, hann hevði rundan um seg. Setanarbólkar vóru ikki, í øllum førum ikki sum flestu lærarar vistu av.

 


Fleiri ferðir vórðu størvini kallaði prosjektstørv, men eingin sá nakratíð nakra prosjektlýsing, hóast biðið var um tað frá fakfelagnum hjá lærarunum á skúlanum. Tað er bara tað, at slík størv skulu lýsast leys, soleiðis at øll hava sama møguleika at søkja, tað varð ongantíð gjørt.  Fleiri av hesum fyribilsstørvum vórðu seinni konverteraði til føst størv, hóast øll henda mannagongd var sáttmálabrot, brot á fyrisitingarlógina og almenna setanarpolitikkin. Sáttmálin hjá Akademikarafelagnum ásetur, at fyribilsstørv ikki kunnu verða longri enn 3 mánaðir, so skal skil fáast á.  

 


Akademikarafelagið bæði mótmælti, helt fund við partarnar og blokeraði størvini. Men einki hendi, tað varð ikki lurtað, óreglusemið helt bar fram við góðkenning frá Mentamálaráðnum, Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum og táverandi rektaranum á Setrinum, Jóan Paula Joensen. Øll hesi vórðu væl og virðiliga kunnaði um, hvat fór fram, men øll runnu undan ábyrgd.

 

 
Í summum førum vórðu fyribils sett fólk sett til at lesa tímar hjá fólki, ið vóru í føstum starvi frammanundan – uttan avtalu við viðkomandi, ið sat í føstum starvi frammanundan. Soleiðis, at bæði tann í føstum starvi og tann fyribilssetti fingu løn fyri sama arbeiði, dupult løn varð goldin fyri sama arbeiði. Annar fekk løn fyri einki at gera, og fyribilssetti fekk løn fyri at lesa tímarnar hjá tí fyrra.

 
 


Roynt varð at mótmæla, men ikki rein við, óskilið helt ótálmað fram.

Eisini leiðandi embætisfólk hjá Mentamálaráðnum sjálvum, vórðu sett í  hesi óregluligu støv.
Fleiri av teimum, ið vórðu sett í starv á henda hátt, sita nú í leiðandi størvum á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


Nú er hetta ikki nøkur skakandi nýggj avdúking av viðurskiftunum, eg her komi við. Mótmælini frá Akademikarafelagnum/Magistarafelagnum og blokadan vóru púra alemenn, einki varð krógvað. Men tað varð bara tagt í hel. Tað tykist sum, at vit eru so von við slíkt her á landi, at tað bara fer fram við, uttan nakra serliga øsing. Tað er eitt vandatekin fyri fólkaræðið, at so er, tí í okkara demokratisku grannalondum, hevði hetta sjálvandi fingið fylgjur og skapt stóra gølu. Men ikki í Føroyum, her fáa tey, ið eru upphavið til og luttaka í slíkum óreglusemi størv, løn og rós fyri avrikið.
 

 

 
Lagnunar speið er, at bæði fyrrverandi rektarin á Setrinum og fyrrverandi rektarin á Føroya Læraraskúla hava sitið saman í stjórnarskipanarnevndini, ið skuldi skapa fortreytirnar fyri eini demokratiskari stýriskipan í Føroyum. Fyrrverandi rektarin á Setrinum var formaður, meðan fyrrverandi rektarin á Læraraskúlanum var nevndarlimur í stjórnarskipanarnevndini.
 

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar