8. maj 2013

Um at vera ræðuliga glaður og samstundis ræðuliga tristur


“Sorrig og glæde de vandre til hobe”


Thomas Kingo 1681.

 
Er tað nakar longur, ið ikki skilur, hví fólkatalið minkar og tey ungu ikki vilja koma heim aftur. Í morgun fara avvarðandi at eldri á bústovnunum at ganga mótmælisgongu at handa landsstýriskvinnuni mótmælisskriv um ábyrgdarleysu skerjingarnar á eldraøkinum – og starvsfólkini, ið eiga at vera tey fremstu at verja tey eldru, hava fingið munnkurv .
 
 

Gerst  tú sálarliga sjúkur,  er lítil og eingin  hjálp at heinta, psykiatriska økið er um at hokna, og er vanvirðisligt fyri tey, ið sjúk eru , og skulu vera har, hóast alt starvsfólkið ger teirra skyldu hvønn tann einasta dag,  og nú seinast, so feldi samgongan eitt uppskot um eitt alneyðugt Fountain House.
 


 
Fólkaskúlaøkið er nú  so ógvusliga niðurskorið,  at nú merkist tað væl hjá teimum, ið eru ringast fyri – hóast lærararnir hvønn dag  royna at gera teirra besta. Niðurskurður í fólkaskúlanum gongur altíð fyrst útyvir tey, ið hava tørv á mestu hjálpini frammanundan og hava størstu trupulleikarnar. Happingin er umfatandi í skúlunum og í hesi støðu ætla myndugleikarnir, at enn fleiri børn skulu ganga har í forskúla.
 


 
Eitt gleðiligt er, at Norðurlandahúsið, ið fyri pengar úr hinum Norðurlondum, hevur ríkað okkum gerandisdagin og gjørt hann til sunnudag í tretivu ár, í dag fyllur. Almennu umboðini fyri landsstýrið fara allarhelst at flyta fram røðu um stóra týdningin av mentan, samstundis við at tey skerja føroysku mentanina niður at pínumarkinum.  
 


 
Men allir føroyingar skulu hava eitt stórt tillukku við Norðurlandahúsinum, ið lýsir upp í sjálvgjørda myrkrinum hjá okkum, og ikki minst ein heilsan til allar føroyingarnar í útlegd, ið ikki kunnu vera saman við okkum í dag og fegnast saman við okkum– vit sakna tykkum hvønn dag.
 

27. april 2013

Ein tilkomin mannligur “feministur” ógvast




 

Í 1973 kemur út søgubók eftir Christian Høj, Søga Okkara II. Drúgt lív hevur henda bók havt í søguundirvísing okkara. Hon kemur út aftur í 1999 í eini endurskoðari útgávu. Sjálvur haldi eg, at útgávan frá 1999 ikki hevur broytingar av týdningi, einasta er, at hon er meira tjóðskaparliga dæmd, enn tann hjá Høj í 1973. Christian Høj var sambandsmaður. Men tað var ikki tað, eg hevði uppá hjartað, men eitt brot í søgubókini hjá Høj, ið føroysk børn hava havt til upplýsingar og dannilsi í nú meira enn eitt ættarlið. Hetta er á s. 116. kapitlið eitur “Teir bygdu hetta land” og byrjar við:

Øll kenna vit yrkingina hjá H.A. Djurhuus um teir, sum bygdu hetta land”. Og so kemur ein uppremsan av stórmenni í søgu okkara, alt frá Svabo til Ingálv av Reyni, og móti endanum av kapitlinum sigur Christian gudsóttandi: “Og kemur tú, drongur ella genta, at ognast tað ídni, tað arbeiðssemi og tann gudsótta,  fedrarnir áttu, so kemur tann steinurin, stórur ella lítil, sum tú kemur at laða aftrat søgu okkara, ikki at smæða seg burtur.”

 


Altso gentur og dreingir skulu vísa virðing fyri teimum monnum, ið hava bygt landið. At tað eru konur, ið hava borið teir undir belti í nýggju mánaðir, og kanska havt eitt pikkalítið sindur at siga viðvíkjandi uppvøkstri teirra og havt ávirkan á hana, verður ikki nevnt við einum orði. Heldur ikki eru tað nakrar konur, ið hava verið við til at bygt okkara land. Eitt sjálvstøðugt lív tykjast tær ikki at hava havt, men bara sum viðfesti til hesar mennirnar, ið hava bygt land; rokni við, at onkur hevur vaskað undirbuksurnar hjá teimum.Og vanligt arbeiðsfólk, hvørki kvinnur ella menn, hava bygt land sambært hesi søgubók.


 


So vit kenna øll sangin: “Teir bygdu hetta land” Ella gera vit??

Tit, sum í fjøru fóru
at skera tara har
og taraleypin bóru
langt inn um hagagarð.
Tit, sum við haka gingu
um mýru, eyr og sand
og korn at næla fingu,
tit bygdu hetta land.
 


Tit, sum við ár í hendi
so mangan ódnardag
á hesum strondum lendu
við hógv og góðum lag,
tit veiddu fisk av grunni
og slitu hungurband,
fyri hvønn plink, tit funnu,
tit bygdu hetta land.

 
 Tit liva ei í søgum
sum teir, ið brutu garð;
tó móti hæddum høgum
hvør yrkisdagur bar,
tí tykkar strev og stinni
tað sløkti hungursbrand,
og tykkar ríka sinni
tað bygdi hetta land.
 

Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, í tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land. 
      
 

Sum sæst, so er sangurin í veruleikanum um tey, ið ikki liva í søguni: Tit liva ei í søgum. Hetta er um tey og ikki teir. Ikki tykkum at siga, konfólkayrkið er nú heldur ikki serliga sjónligt í yrkingini hjá Hans Andrias, men latið okkum siga, at tað er eitt tíðartekin, yrkingin er frá 1934. Sama kann sigast um Christian Høj, hann er føddur í 1904, og hevur neyvan verið serliga merktur av javnstøðu og feminismu. Í 1979 spyrji eg sjálvur Christian um hatta við sanginum, og hvussu hann brúkar hann, satt at siga, so svarar Høj mær, at tað ikki ger mun, hann skilur ikki pointið hjá mær.

 


 
Eg havi í seinastuni stríðst við ein fyrilestur um Kristin í Geil, sum eg so helt herfyri. Sum so mong onnur, so hevði Kristin, undarligt nokk, eisini eina mammu, ið harafturat er kvinna, Betti í Geil. Henda Betti er dóttir Kristin Holm, ið var sonur Niels Lassen Holm, ið var prestur í Kvívík fyrst í 1800.
 
 

 

Pápi Kristin var Djóni í Geil. Nú er tað so, at ikki hevur verið trupult at finna upplýsningar um mennirnar í ætt hansara, bæði í móður og faðirætt, men kvinnurnar? Jú, summar teirra verða nevndar, sum møður, men nær tær eru føddar og deyðar o.s.fr. nei. Eg veit at eg finni upplýsingar um Betti í Geil, um eg spyrji meg fyri hjá familju, men hví er hon ikki eksisterandi í almennum keldum? Hevur hon ikki havt týdning fyri uppvøksturin hjá Kristin í Geil? Menninar ber teir flestu til at finna í almennum keldum, men kvinnurnar nei, tær eru ikki til. Í flestu keldum eru kvinnurnar eitt slag av viðfesti til mennirnar, um tær í heila tikið verða nevndar.

 


Nú hoyri eg til eitt ættarlið  av monnum, ið havi mínar røtur og eri kálvføddur millum bæði danskar og føroyskar reyðsokkar í Keypmannahavn fyri mongum árum síðani, og eg havi ikki bara gott at bera tí. Men hóast tað, kann eg ikki lata vera við at undrast yvir, hvussu kvinnur eru viðfarnar í søgu og almenni okkara og eru fyri vanbýti.
 

 

Um tað er broytt? Ja, vit hava javnstøðunevndir o.s.fr., men er hugburðurin broyttur? Mangan, tá ið tú hoyrir orðaskiftið á løgtingi, ivast tú. Hvørja virðing, menninir hava fyri kvinnunum í løgtinginum, sóu vit, tá ið eitt mál um forskúlar var uppi at venda, Gunvør Balle hevði sett ein fyrispurning um málið. Menn, bæði úr andstøðu og samgongu, skundaðu sær kropp á kropp úr tingsalinum, meðan málið var til viðgerðar. Eitt mál um børn, ført fram av kvinnum, hevði allarhelst ikki áhuga millum hesar menn, hetta var ikki um tosk á vaðskítabankanum.


Tingsalurin, tá ið fyrispurningurin hjá Gumvør Balle verður svaraður


 

 

 

 

 

 
 

 

 

18. april 2013

Umsorganarsvikin seyður í Kollafirði




Eg gerist meira og meira stúrin um seyðin í Kollafirði. Tað er fyri mær, sum um hann ongan góðan eigur, ið gevur honum eina góða og mennandi seyðauppaling og avbjóðingar í gerandisdegnum, soleiðis at hann fær eitt gott seyðalív.

 


Tað byrjar oftani longu í rundkoyringini á Langasandi, har gongur seyðurin tíðum á biti í miðjuni í sjálvari rundkoyringini, ikki so, tað er sera dekorativt, og verður ofta fotograferað av ferðafólki, men sigið mær, hevur hasin seyðurin einki betri at taka sær til um dagarnar, enn at ganga og mala í eini rundkoyring, er einki líkinda tilboð til henda seyð?
 
 

Men verri gerst, longri út eftir fjørðinum tú kemur, komin á Kjalnes byrjar at verða heilt álvarsamt, har ganga stór fylgi og mala einsamøll fram við vegnum, og við hvørt á sjálvum vegnum; men allarverst stendur til við seyðinum  norðuri í Sundinum, hann sær út til at búgva fram við vegjaðaranum norður til Landsfjósið.
 
 
Tað tykist mær, at hasin seyðurin, er vánalig fyrimynd fyri tey smálomb, ið nú verða lembd, sigið mær eitt, taka ærnar í Kollafirði sær als ikki av lombum sínum? Um skamma stund fara vit at uppliva kát smálomb spælandi á vegunum har norðuri, uttan at upphavini gera tað minsta fyri at forða fyri tí ella læra lombini at uppføra seg, sum seyður skal í ferðsluni.
 
Men er tað løgið, at foreldini ikki duga, tá ið tey sjálvi ikki duga seyðaskikk og allarhelst eisini sjálvi eru uppalda av seyði, ið ikki hevur dugað at tikið sær av teimum, hatta er allarhelst sosialur arvur.
 
Eg veit ikki rættiliga hví støðan er sum hon er, men lítil ivi er um at fleiri av seyðunum har norðuri ikki hoyrir heima í einum “normalum” fylgi, tey krevja so nógva tíð, umsorgan og læring, at nógv teirra krevja serlig tiltøk, so kanska vit skulu skipa fyri onkrum slagi av serfylgi til henda ólátaða seyðin, ið so kann ganga á einum avmarkaðum øki, undir leiðslu av pedagogiskum óm og onkrum einstøkum veðri, so seyðurin ikki gerst kynsvillingar, sum øll vita, er tað ein  herviliga smittandi sjúka.

 

Men eg veit ikki, hatta loysir ikki hitt problemið við ólátaða seyðinum í Kollafirði, ið ikki heldur seg til tey øki, har hann eigur at vera, men gongur og melur allastaðni, við vanda fyri at skøva bilin hjá mær.
 
 
Mær er fortalt, at seyðaeigarar har eru sæddir fóðrandi seyðin út gjøgnum vindeyguni á bilum sínum, tað er kanska tí hasin seyðurin gongur allan dagin fram við vegjaðaranum og jarmar eftir hvørjum bili.


Hevur mann fyrr hoyrt um slíka ábyrgdaleysa seyðauppaling? Slíkur seyðu átti at verði settur heiman beinavegin. Kanska sendur til fosturs í Hósvík ella Hvalvík/Streymnesi, har seyðurin er fyrimyndarligur og skikkar sær væl.


Nú, eg eri framkomin, har eg skal, tykist mær so hjartaliga synd í seyðinum í Kollafirði, ið gongur fyri vág og vind, ikki minni nú eg síggi hvussu væl látaður seyðurin er aðrastaðni í landinum. Hatta er ein trupulleiki, ið má loysast í skundi, so eg skjóti upp, at landsstýrið í stundini setur eina skjóttarbeiðandi nevnd – eini tvey trý ár man tað fara at taka - av hægstu embætisfólkum landsins, at gera eitt álit um, hvussu ið vit best fáa loyst trupulleikan hjá seyðinum í Kollafirði, síðani skal pallborðsfundur skipast í Norðurlandahúsinum, har allir flokkar fáa høvi at siga sína meining um vandamálið.
 

Síðani kunnu vit fara til verka at hjálpa seyðinum í Kollafirði.

 
 


Mæh!


12. april 2013

FYRST INNIHALD, SO FORMUR - heldur enn øvut




FORMUR UTTAN INNIHALD – ELLA FYRST INNIHALD, SO FORMUR


 
Tað hevur verið hildið, at hetta er ein diskussión, um vit skulu hava forskúlar ella ikki, so einfalt er tað ikki, spurningurin er meira, hvussu vit skipa árið millum 6 og 7 hjá børnunum. Tað má vera fáur, ið ivast í, at okkurt slag av tilboði - ið hvørki er dagstovnur ella skúli - skal verða til tey har, okkurt slag av brúgv.
 

 
 
Tað er  - í øllum førum ikki frá mínar síðu – ein spurningur um, at nakað skal gerast, men meira ein spurningur um, hvussu vit gera tað. Tað, ið býður mær ímóti er, at hetta nú bara verður gjøgnumført eftir einum ávísum leisti, sum summi allarhelst halda er góður, men tað hevur bara ongantíð verið diskuterað við partarnar, hvussu vit skipa hetta árið, og hví tað verður skipað, sum tað verður summastaðni beint nú. Einasta eg kenni til, er eitt álit frá Eysturkommununi, og alt gott at siga um Eysturkommunu, men tað kann ikki verða hon, ið einsamøll skal avgera, hvussu tilboðini til tey 6 til 7 ára gomlu skal skipast í øllum landinum. Og er nøkur faklig eftirmeting gjørd av teimum forskúlaroyndum, ið eru gjørdar? Eg havi so ikki sæð nakra, men sjálvandi kann verða at slík er til uttan at eg veit um tað, men so kanska onkur fortelur mær tað, so eg kann lesa eftirmetingina. Men tað ber ikki til at fara víðari í hesum máli, fyrr enn allir møguleikar eru diskuteraðir, og ein eftirmeting – fakliga væl grundað – er gjørd av teimum tilboðum, ið eru til tey 6 til 7 ára gomlu.


 
 
Hetta er ikki ein ósemja um form, men nógv meira ein prinsipiel diskussión um, hvat vit vilja við okkara børnum og hvussu vit gera tað. Tað ber ikki til at fara inn í hetta, sum eitt slag av konfliktloysn – nú mugu tit syrgja fyri at semjast pedagogar og lærarar -  men heldur, sum rætt er, at diskutera innihald.

Og tað er ikki ein spurningur um konflikt, men um at nøkur seta teirra dagsskrá um, hvussu forskúlar skulu skipast, fremst, uttan at hava diskuterað tað við onnur fakfólk. Tað, at tey finsku børnini ikki fara í forskúlar, men í eina skipan fyri tey 6 til 7 ára gomlu, eina skipan, ið er á dagstovnunum, er ein ógvuliga prinsipiellur munur, í mun til tað uppskotið Mentamálaráðið arbeiðir við.

 

 
Hetta líkist diskussiónini um, nær børnini skulu fara í skúla. Í 2011, sigur Fólkaskúlaráðið í tilmælinum um sernámsfrøði  á s. 11:

Vit mæla til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr enn nú.”

Tað kann gott vera, at so skal verða, men problemið, hjá Fólkaskúlaráðnum er, at har er eingin faglig argumentatión aftanfyri. Tað skal bara verða so.

Rætt er, at tað á s 21. í sama áliti hjá Fólkaskúlaráðnum stendur:

 Í Føroyum koma børn seint í skúla í mun til lond, vit annars samanbera okkum við. Vit vilja út frá einum sjónarmiði um fyribyrgjandi serundirvísing (sí s. 2.) mæla til, at øll børn sleppa í skúla í árinum, tá ið tey fylla 6 ár.


 
Nú er tað bara so, at vísindaliga ella samfelagsliga eru tað ongar haldbarar grundgevingar fyri, at børnini verða betri fyri av at fara eitt ár fyrr í skúla, tíansheldur læra meira av tí. Tú skuldi væntað av Fólkaskúlaránum, at tað kom við væl grundaðum tilmælum. Gott nokk er argumentatión, at so minkar serundirvísingin, hvar tey hava hatta frá veit eg ikki. Men í okkara grannalondum, ið hava lækkað skúlaaldurin, er talið av teimum, ið fá serundirvísing ikki júst blivið minni.
 
Tað er enn, sum fyrr, hvat børnini møta í skúlanum, ið er avgerðandi fyri teirra trivnað og læring, heldur enn nær tey byrja í skúlanum.

 

 

 
 
Hvussu vandamikið slíkt er, sæst í hesum døgum, nú útvarpið – í sambandi við fyrispurningin hjá Gunvør Balle um forskúlar - upp í saman hevur endurtikið hesa niðurstøðuna hjá Fólkaskúlaráðnum, sum um eingin annar sannleiki er, so vandamikið er tað, at koma við meir ella minni ógrundaðum niðurstøðum.

Og í Finnlandi fara børnini enn sum fyrr í skúla sum 7 ára gomul, tilboðið, ið er til tey 6 til 7 ára gomlu, er  øðrvísi enn tann forskúli Bjørn Kalsø tosaði um í løgtinginum mikudagin.

SO TAÐ ER EIN SPURNINGUR UM AT DISKUTERA INNIHALD, TÍ AT TANN DISKUSSIÓNIN AVGERÐ FORMIN, OG TA FYRRU DISKUSSIÓNINA HAVA VIT IKKI HAVT, TAÐ ER HON, IÐ MANGLAR.

10. april 2013

Bjørn og finnarnir: Hvat er tað finnar duga?


 


Tingsalurin, tá ið fyrispurningurin hjá Gumvør Balle verður svaraður
 


Í einum svari til til Gunvør Balle í løgtinginum í dag (10. apríl), har hon m.a. spyr, um landstýrismaðurin ætlar, at vit skulu hava forskúlar í Føroyum, svarar Bjørn Kalsø m.a. soleiðis: ” Í viðmerkingunum til spurningin vísir spyrjarin á, at í Finnlandi fara børn í skúla 7-ára gomul. Hetta er ikki heilt í samsvar við upplýsingar, Mentamálaráðið hevur frá Finska undirvísingarmálaráðnum, har sagt verður, at umleið 98% av børnunum í Finnlandi ganga í forskúla, sjálvt um tað ikki er lógarkrav.

 
Tað er bara tað, at tað Bjørn Kalsø kallar “forskúlar” í Finnlandi, lítið hevur at gera við ta skipan, ið Mentamálaráðið ætlar at knæseta í Føroyum.

Hesir fýra: Stig Broström, professor mso ved Aarhus Universitet (DPU), cand.psych. John Andersen, cand.pæd.pæd. Søren Gundelach og redaktør Kjeld Rasmussen fra UdviklingsForum skriva í eini grein: Hvad er det, de Finner kan? frá 2012, um finsku skúlaskipanina, um tað, ið Bjørn kallar finsku ”forskúlarnar”:

 


  En meget stor forskel i forhold til Danmark er, at børnehaveklassen er funderet i børnehaven og ikke i skolen. Dette skal ses i sammenhæng med, at børnehave og skole har et meget tæt samarbejde – både lovgivningsmæssigt og lokalt, praktisk.

Den overordnede tilgang (mål, principper m.m.) med dagtilbuddene er meget lig de danske. Der bliver lagt vægt på både omsorg, trivsel og udvikling samt på læring og man bruger bevidst begrebet educare for at markere enheden af pædagogik (education) og omsorg (care).”

 


Hetta er also ein heilt onnur tilgongd, enn teir forskúlar, ið Bjørn tosar um, hvussu árið millum 6 og 7 hjá børnunum í Finnlandi er skipað. Tað er grundfest í dagstovnunum, harumfram er tað frívillugt hjá foreldrunum,um tey velja hetta tilboðið, gera tey ikki tað, so halda børnini bara fram í vanliga dagstovninum; men tað er púra rætt, at hetta er eitt populert tilboð, ið 98% av foreldrunum velja.

 


Har eru nógvir aðrir munir, í mun til forskúlatilboðið hjá Mentamálaráðnum, men tað verður ov drúgt at koma inn á her beint nú.  Men hetta er also ikki tað slagið av forskúla, ið Bjørn og Mentamálaráðið arbeiðir við, tí er tað ikki satt, tað ið hann sigur. Gunvør Balle hevur rætt í tí hon sigur: Børnini í Finnlandi fara í skúla sum 7 ára gomul.

 


Annars fari eg at viðmæla øllum at lesa framúr greinina hjá:  Johannu Lindenskov Joensen, námsfrøðiligum ráðgeva og Marjuni Nielsen, sálarfrøðingi: Nær skal barnið í skúla?

Her fæst ein  vala lýsing av øllum problematikkinum.