Útvarpið hevur í kvøld sjabbað um, at serststakliga
“veikir” næmingar fara at fáa gagn av
nýggja interaktiva undirvísingartilfarinum hjá Námi.
Nú veit eg ikki, hvør hevur smíðað hasi tíðindini; men
tað, sum fall mær fyri bróstið, var hetta brúkið av niðrandi orðinum um summi
børn: “veikir næmingar”.
Hvat er ein “veikur næmingur”? Summi teirra eru stór sum
fjøll, meðan onnur eru meira klantraslig, akkurát sum øll onnur børn. Og tað
eru hesir “veiku næmingarnir” eisini, teir eru heilt vanlig børn, ið kanska hava
ein læritrupulleika, tað kann vera alment ella í onkrari serstakari lærugrein. Tey
kunnu eisini vera góð til okkurt, men minni góð til okkurt annað. Men “veikir”?
Hví henda stigmatiseringin?
Verða slík orð brúkt ofta nokk, ja, so hendir tað, at
hesi børn fara at trúgva tí sjálvi, at tey eru veik – og hvat hendir, tey
gerast veik. Orð skapa veruleika. Og hvat er tað annars at vera veikur? Veikur
í hvørjum? Í sosialum førleikum? At hava trupulleikar við læringini? At hava
truppulleikar av sínum atburði? Men hetta hevur ikki nakað við tað at vera
veikur at gera, men eru spesifikkir trupulleikar, ið skúlin hevur skyldu til at
loysa.
Hvat høvdu lærarnir sagt, um høvuðstíðindini í útvarpinum
vóru, at Nám nú gevur út undirvísingartilfar at hjálpa “veikum lærarunum” at skipa undirvísingina
betri.
Ha! Tað kann mann ikki? Nei! Mann kann ikki. Men hví
skulu børnini so stigmatiserast á henda hátt?
Eg var ikki nakað flogvit í rokning, tá ið eg gekk í
fólkaskúla, var eg so “veikur”? Eg havi hóast alt tikið eina hægri útbúgving,
sjálvt um eg kanska var “veikur” í onkrum, men undirvísingin, eg fekk, var nú
heldur ikki nakað at reypa av.
Hesi børn, ið verða umtalaði sum veik, kunnu hava
trupulleikar við læringini, men tað kann eisini verða, at læriumhvørvið ikki er
nøktandi, men tað er hvør sítt. Og veik eru tey so slett ikki!