Eg havi sitið og lurtað eftir endursendingini av radaranum í útvarpinum,
har kjak var millum Sólju í Ólavstovu, Marjun Hanusardóttir og Eyðun
Christiansen, um rættartrygdina og um møguleikarnar
hjá umsiting okkara at taka tryggar, professionellar avgerðir í einum lítlum
samfelag, merkt av nepotismu og oftani krotusmiðuavgerðum. Eg beit merki í, at
Marjun Hanusardóttir vísti á, at umsitingin var tann, ið var garanturin fyri at
fakliga støðið var hildið, og røttu avgerðirnar tiknar. Sum rætt er, so vísti
hon á, at hetta kann fáa vanlukku fylgjur fyri alt samfelagið, um ikki rætt er
atborðið, tí okkara fakliga umhvørvi og ikki minst okkara almenni ofta er
veikt, vit eru so fá, tí fáa tey, ið taka avgerðirnar ikki altíð tað neyðuga
mótspælið.
Men hvat gera vit so, tá ið tað er umsitingin sjálv, ið svíkir. Eitt tað
grefligast dømið eg kenni er, tá ið uppskot til nýggja læraraútbúgving og
pedagogútbúgving varð gjørt. Ein trímannanevnd sat og snikkaði hettar til: Ein
deildarstjóri í Mentamálaráðnum – fyrrverandi landsbókavørður – var formaður í
nevndini. Hinir báðir limirnir vóru táverandi rektarin á Føroya Læraraskúla og
ein skrivari, eitt embætisfólk í Mentamálaráðnum. Tann einasti, ið hevði eitt
lítið sindur av innliti í læraraútbúgvingina var læraraskúlarektarin, hann
hevði eina gamla læraraútbúgving, og hevði eitt stutt tíðarbil verið lærari á
einum kristnum frískúla í Keypmannahavn. Pedagogútbúgvingunum hevði hann einki
skil á. Hinir báðir høvdu ongantíð havt nakað við lærara- og pedagogútbúgvingar
at gera. Kortini hildu teir seg til, hesir stavnarnir. So skuldi mann trú, at
hesir søktu sær serkøna hjálp, nei, tað gjørdu teir ikki, einastu, ið vórðu
spurd, vóru fólk, ið vóru eins óvitandi um økið, sum teir sjálvir. Alt varð
konfirmerað av táverandi rektaranum á Fróðskaparsetri Føroya, ein professari í
fólkaminnisfrøði.
Um hesar avgerðir teirra fara at fáa ávirkan á framtíð okkara? Man tað ikki
verða?