Strongdin í gerandisdegunum og happing á skúlum og arbeiðsplássum
Hevur tú nógv at gera?
Ella ert tú stressaður? Hugtakið strongd verður brúkt ógvuliga breitt í
gerandislívinum. Og merkir alt, frá at hava nógv at gera til fysiskt og
sálarligt samanbrot. Men nær er strongd skaðilig?
Strongd kann vera bæði
gagnilig og skaðilig. Ofta verður strongd blandað saman við at hava nógv at
gera ella sjúku. Men strongd er ikki nøkur sjúka. Men ert tú strongdur í longri
tíð, kanst tú gerast sjúkur.
Strongd, tá ið okkurt
pressar á, ið tú skalt gera yvir styttri tíð, er vanlig strongd, tað er
reaktiónin hjá kroppinum uppá avbjóðingar, hetta er ikki skaðiligt.
Meðan strongd yvir longri
tíð, har kroppur og sinni ikki kemur fyri seg, kann verða skaðiligt fyri
heilsuna og kann føra til bæði somatiskar og psykiskar sjúkur.
Um næmingarnir í skúlunum
eisini kunnu kenna seg strongdar?
Tá ið vit vita frá
kanningum, at 16 % av øllum næmingum í føroyska fólkaskúlanum verða happaði, og
vit sum heild einki skipað gera við tað. Og vit harumframt vita, at happing er
tann “strongd”, ið fer eina ringast við menniskjanum, so ber sannførandi til at
siga: Ja, øgiliga nógvir næmingar eru strongdir í fólkaskúlanum uttan at
stórvegis verður gjørt við tað.
Seinastu
kanningarnar í Danmark, frá 2012, av arbeiðsumhvørvinum og heilsuni vísa, at 12
% svara, at tey hava verið fyri happing á arbeiðsplássinum seinasta
arbeiðsárið. Tað eru 29 %, ið svara, at tey hava verið vitni til happing á
arbeiðsplássinum seinasta arbeiðsárið (Arbejdsmiljø og
helbred i Danmark, NFA 2012).
Tað er sannlíkt,
at talið í Føroyum er væl hægri, tí vit einki gera við tað.
Kanningarnar í
skúlum okkara vísa, at talið av børnum, ið verða happaði er væl hægri enn í
hinum Norðurlondum, ið hava skipaði átøk ímóti happing. Umleið 2001 varð ein
kanning gjørd av happing í Føroyum, hetta var ikki ein vísindaliga valid
kanning, men hóast tað, rættiliga álítandi, tá lá happitíttleikin í skúlum
okkara millum 25 og 30 % t.e. at hon er lækkað
til 16 % eftir sjey árum, hóast vit stórt sæð einki – skipað - hava
gjørt við tað hetta tíðarbil, tað ið hevur verið orsøkin er, at vita hava sett
orð á trupulleikan.
Við donsku
tølunum sum grundarlagi, eigur talið fyri happing á arbeiðsplássunum í Føroyum
at liggja millum 20 og 25 %, og tey, ið hava verið vitni til happing eiga at
liggja onkustaðni um 45 %.
Tað er ræðandi, tá ið hugsað verður um, at happing kann oyðileggja lívið hjá einum
menniskja fullkomiliga.
”Sínámillum virðing
millum starvsfelagar á øllum støði á
arbeiðsplássinum, er eitt av týdningarmiklastu eyðkennunum fyri eina
vælevirkandi organisatión. Tí kann happing á arbeiðsplássinum ikki góðtakast.”
Europeiska rammuavtalan um happing og harðskap á
arbeiðsplássinum 2007