29. marts 2013

LEX TVØROYRI


 

Lex Tvøroyri – mál av serstøkum samfelagsligum og vinnuligum týdningi, at leggja fyri løgtingið, tí at metast má, at tað er talan um undantaksstøðu

 
Hósdagin 14. mars 2013 samtykti rættarnevndin, við ógvuliga stuttum skotbrái, at broyta byggisamtyktirnar.  Meirilutin - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Mikkjal Sørensen og Gerhard Lognberg – tóku undir við lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard. 

Argumentið hjá meirilutanum var í stuttum, at her er talan um eina undantaksstøðu.  

Serstøk samfelagslig og vinnulig atlit eru uppá spæl. 

Samanumtikið hevur løgfrøðin, sum hevði verið í nevndini, verið rættiliga avgjørd ímóti uppskotnu broytingunum. 

Lógarbroytingin skal eftir ætlan einans verða nýtt í heilt serstøkum førum, har landsstýrismaðurin kemur at taka avgerð um, hvørji tey eru.  

Kringvarpið hevu nú  avblást kríggið á Tvøroyri, og aftur valdar sátt og semja um allan Tvøroyrarfjørð, og  í menniskjum góður tokki, og øll eru (vónandi)  glað.  

Grundgevingin fyri at skunda lógina ígjøgnum var, at  týðandi landavirði stóðu uppá spæl, fekk eitt virki ikki loyvi til at byggja út í skundi.  

Løgtingið hevði eina viðgerð, ið næstan má vera til at taka upp í Guinness,
so skjótt var atborið, at fáa hesa lóg samtykta. 

Men lat lat lógina fara í hesum umfari, gott at øll eru nøgd - ikki minst suðringar . Men nú løgtingið hevur víst síni evni til at gera skjótt av og skunda lógir í gjøgnum, ið hava stóran og avgerandi týdning fyri landið. So eru her nøkur mál, ið hava serstakan samfelagsligan og vinnuligan týdning, ið avvarandi landsstýriðsfólk eiga at leggja fram til viðgerðar og avgerðar beinavegin. 

 
 
Eg vænti, at løgtingið kemur saman beint eftir páskir, og ikki fer heimaftur fyrr enn hesi mál eru avgeidd og ein greið ætlan er fyri, hvat vit gera við tey:
 

  • Síðani 2009 eru 300-400 fólk flutt av landinum árliga (netto). Meginparturin er fólk í arbeiðsførum aldri, flest ungfólk og kvinnur. 

  • 1.591 fólk fluttu av landinum, og 1.298 fluttu til Føroya í 2012. Hetta gav eina nettoflyting av landinum upp á 293 fólk. 

  • 2012 var fjórða árið á rað, har fólkatalið í Føroyum minkaði. 

  • Eingi tekin eru í løtuni um, at gongdin fer at venda, og vit fáa fólkavøkstur aftur. Hinvegin er heldur eingin ábending um, at landið verður avfólkað í bræði. 

  • Tað er tó mest líkt til, at vit eisini fækka næstu árini, soleiðis sum arbeiðsloysið sær út í løtuni, og sum fólkasamansetingin sær út til at hátta sær í framtiðini – færri og færri kvinnur í burðardyggum aldri. 

  • Talið av løntakarum er minkað úr umleið 26.000 við ársbyrjan 2008 til umleið 23.700 við ársbyrjan 2013 (minking á umleið 9%). 

  • Uppgjørda arbeiðsstyrkin er minkað úr umleið 28.400 til umleið 27.000 fólk frá 2008 til 2012.

  • Arbeiðsloysið er vaksið úr umleið 400 til umleið 1.400 fólk síðani 2008. 

  • Heimarøktin manglar eini 1400 tímar um vikuna. 

  • Fólkaskúlin er skorin góðar 1300 tímar síðstu árini. 

    • Í kjalarvørrinum á Pisa-undankanningini vórðu nógvir tímar játtaðir afturat til fólkaskúlan fyri at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum, á sumri í 2009 vórðu 850 tímar skornir burtur í einum høggi. 

    • Í 2011 vórða aftur 200 tímar um vikuna tiknir og síðan aftur 300 tímar. 

    • Næmingtalið hevur seinastu 3-4 árini staðið mestsum í stað, men samstundis er tímatalið lækkað 1.350 tímar um vikuna. 

    • Ein leyslig meting er, at í dag eru 50 færri lærarastørv í skúlanum enn í 2010. 

    • Á sumri í 2012 var staðfest, at triði hvør lærari, sum tók prógv í 2012, ikki hevur fingið arbeiði sum lærari. 

 
  • Títtleikin av happing í skúlunum í Føroyum er væl hægri enn í hinum Norðurlondum,  umleið (16 %) . Tað er onkunstaðir millum 1000 og 1500 børn, ið javnan – flestu hvønn dag – ið verða happaði í skúlum okkara. 

  • Sambært dátueftirlitinum, so kenna 30% av føroyskum børnum og ungum seg at hava verið fyri digitalum ágangi, á sosialum miðlunum og um sms. 

  • Vit hava met í Norðurlondum, tá ið ræður um kynsliga misnýtslu. Í  Føroyum eru tað 5,2 % av øllum børnum, ið hava verið fyri misnýtslu, meðan t.d. talið fyri Danmark er umleið 1%.  

  • Talið av børnum og ungum, ið fáa posttraumatiskt stess, er væl hægri enn í hinum Norðurlondunum. 

  • Í eini samanberandi kanning við Ísland, so vísir tað seg, at tølini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri: 

 
    • tá ið talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar 

    • hvussu nógv tey roykja 

    • hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum 

    • hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava .


  • Martin Kúrberg, leiðari av Herberginum, sigur í Dimmalætting 3. august 2012, at ein vaksandi trupulleiki, sum tey á Herberginum royna at hjálpa uppá, eru støku ungu mammurnar, sum ikki fáa pengarnar at røkka.Nakrar teirra pikka við hvørt á dyrnar og fáa ein pakka við mati við sær heim til sín og børnini. Hetta ger seg serliga galdandi aftan tann 20. í hvørjum mánaði, tá pengapungurin er tómur. Ungu mammurnar venda sær ikki til Herbergið, fyrr enn náttarmyrkið er komið, so eingin sær tær. Tær skammast yvir at verða komnar í eina slíka neyðstøðu, at tær noyðast at biðja um mat.
  • 80.6% av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) yngri enn 24 ár, og sum hava barn yngri enn 5 ár, eru í fátærkaváða. 

  • Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn av monnum undir fátækraváðamarkinum. 

  • Í aldrinum 18 til 24 ár er lutfallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum. 

  • 53.7 % av støkum uppihaldarum, (flest allar kvinnur)  við einum barni undir 5 ár, eru í fátækraváða.innum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum.  Tallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum

  • Prísirnir í Føroyum eru útvið 31 % hægri enn í Danmark
  • Mentanarstuðulin er skorin umleið 20%





 
Her skuldi verið ríkiligt at trivið í hjá tinginum, í øllum førum fram til ólavsøkutingsetuna, tá ið tey allarhelst eru avgreidd, so skjótt løgtingið er farið at arbeiða. Øll eiga at duga at síggja at hetta er undantakstøða vit eru í, at her eru mál, ið hava serstakan samfelagsligan (og menniskjansligan) og vinnuligan týdning.

 
 
.

24. marts 2013

At útihýsa børnum hjá samkyndum

 

Døm meg ikki! Lat meg vita, hví tú stríðist við meg! Job 10 

Í sær sjálvum er hetta ikki so løgið, at børn hjá samkyndum fáa somu umsorgan sum onnur børn, tí umsorgan er ikki kynsbundin ella bundin at, hvussu tú livir saman ella saman við hvørjum , men er ein menniskjansligur eginleiki og førleiki; at børnini heldur ikki verða argaði meira enn onnur børn, kann heldur ikki undra.
 

Í londum har samkynd paraløg eru viðurkend, og samkynd hava vanlig borgararættindi, har er ikki nøkur orsøk til at arga og happa børn teirra. Verri er í londum,  har tey samkyndu verða forfylgd ella noktaði  teirra sjálvsøgdu borgararættindi, sum t.d. í Føroyum, har vit hava ein heilan flokk, ið, grundað á sína egnu fortolking av kristindóminum, er við til at stigmatisera samkynd og børn teirra, heimagjørd ella adopteraði.
Tá ið børn verða argaði, forfylgd ella happaði, kemst hetta oftast av, at tey eru í einum umhvørvi, ið loyvir hesum, og leggur upp til at tey eru “skeiv”.
Í Føroyum hava vit tíanverri upp í leypin av politikkarum, sum halda at hetta er í lagi, saman við einum flokki, ið gongur undir heitinum kristiligur flokkur og ber hetta í sínum skjaldramerki.
Ja, beint nú er  tað eitt heilt politiskt  ungmannafelag hjá sama flokki, ið hevur eina skipaða kampagnum, so hesi børn skulu kenna seg uttanfyri og ikki “natúrlig”.

 
Forskning: Homoseksuelles adoptivbørn har en god barndomrskning. Ny forskning giver gode nyheder til homoseksuelle adoptivforældre som Bill (til venstre) og Shaun. - Foto: OLW (arkiv)
Omsorgen er den samme, og drilleriet er ikke større hos homoseksuelles adoptivbørn.
Politiken
24. mar. KL. 10.25 AF  Morten Garly Andersen
Frygten for, at børn, der adopteres af homoseksuelle par - såvel bøsser som lesbiske - ikke har en god barndom, er komplet ubegrundet.

Det viser en undersøgelse, foretaget af professor Susan Golombok ved Cambridge University og kolleger. De har sammenlignet 130 homoseksuelle og heteroseksuelle britiske familier med adoptivbørn op til otte år.

Undersøgelsen konkluderer, at disse børn trives mindst lige så godt som adoptivbørn i heteroseksuelle familier.

De klarer sig lige så godt i barndommen, får samme omsorg hjemme og drilles ikke mere end andre børn

21. marts 2013

Vilkorini hjá børnum og ungum


 
Tað er eingin ivi um, at punk  6. í fokusøkjunum hjá granskingarráðnum: Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar? Har eru eisni vilkorini hjá børnum og ungum við. 

Hvussu vit fáa dagstovnar og skúlar, ið eru mentir til framtíðar avbjóðingar og samstundis eru barnavinaligir. 

At vilkorini hjá børnum og familjum teirra ikki eru av teimum bestu, hava vit allar ábendingar um: 

Vit hava met í Norðurlondum, tá ið ræður um kynsliga misnýtslu. Í Føroyum eru tað 5,2 % av øllum børnum, ið hava verið fyri misnýtslu, meðan t.d. talið fyri Danmark er umleið 1%. 

Títtleikin av happing er væl hægri enn í hinum Norðurlondum 16 %,  meðan hann t.d. í Danmark, sambært seinastu kanningunum, er 6 %. 

Sambært dátueftirlitinum, so kenna 30% av føroyskum børnum og ungum seg, at hava verið fyri digitalum ágangi á sosialum miðlunum og um sms. 

Sjálvandi er talið av børnum og ungum, ið fáa posttraumatiskt stess, eisini hægri í Føroyum, enn í hinum Norðurlondunum, sambært granskingarúrslitum hjá Tóru Petersen.

Í eini samanberandi kanning við Ísland, so eru tølini fyri føroyska ungdómin, eisini væl hægri, tá ið talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar, hvussu nógv tey roykja, hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava,  og so framvegis t.d. samborið við Ísland.
Eitt ungamannafelag, hjá flokki í samgongu, mælir til at avtaka útbúgvingarstuðulin, og leggja hann um til lán. Almenn vitan er, at hetta bara gongur út yvir tey, ið ikki eru skúlavon, og tey, ið ikki hava múgvandi foreldur.
Tølini siga, at 80.6% av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) yngri enn 24 ár, og sum hava barn yngri enn 5 ár, eru í fátærkaváða.
Í aldrinum 18 til 24 ár er lutfallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífald so stórt, sum hjá monnum.
53,7 % av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) við einum barni undir 5 ár eru í allið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum fátækraváða.
Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn av monnum undir fátækraváðamarkinum. 

Tá ið vit so samstundis vita, at bústarviðurskiftini í landinum eru av slíkum slagi, at tað neyvan hevur sín líka í øðrum Norðurlondum, samstundis við at príslegan liggur um 30% omanfyri hana í t.d. Danmark, og at lønarlagið er lægri í Føroyum og sosialu veitingarnar verri, ja so er nokk at tríva í fyri at tryggja vilkorini hjá framtíðar børnum og ungum.

19. marts 2013

Etikkurin og mannasýnið





Etikkurin

 
Tá ið vit skulu seta mál fyri arbeiði okkara við børnum, ungum og menniskjum annars, eru vit noydd til at gera okkum greitt, hvør etisk fatan ella mannasýni liggur aftanfyri, tí tað treytar okkara mál og máta at handla uppá. Tað er ikki fyrr enn vit fara at tosa um og seta mál í mun til etikkin, vit síggja týdningin av honum. Her byrja ósemjurnar og kjakið, her koma etisku virðini hjá okkum fram. Etisku reglurnar og fatanirnar loysa ikki trupulleikarnar, men seta ljós á teir.

Etiski parturin og fatanin er partur av okkara handling, hvat vit velja ella hvat vit ikki velja. Hesi viðurskifti eru eisini viðvirkandi til, at tað er lætt ikki at leggja tað til merkis, tí tey eru so sjálvsøgd. Hetta krevur serstaka reflektión og umhugsni.



Mannasýnið


Børnini verða fatað sum handlandi persónar við vitan, dreymum, hugsanum og meiningum um lívið og framtíðina. Tey skulu takast við upp á ráð, verða tikin uppí og fáa týðandi royndir við at hava ávirkan á egið lív. Foreldrini – ella onnur í teirra stað  -  eru tey týdningarmiklastu vaksnu hjá børnunum, og hava tí høvuðsábyrgdina av lívi, menning og uppvøkstri teirra.
 
 

Etikkur, mannasýn ella virði


Barnið og tann ungi eru unikkir, javnsettir persónar, við rætti til virðing fyri sínum persónliga integriteti.

  • Barnið og tann ungi hevur rætt til sjálvræði yvir sínum egna lívi

  • Barnið og tann ungi hevur rætt til umsorgan

  • Barnið og tann ungi hava virði í sær sjálvum

  • Barnið og tann ungi hava rætt til at verða stuðlað í at útrykkja sítt egna perspektiv og egnan tørv, soleiðis, at hesi verða vird í fult mát

  • Barnið og tann ungi skulu hava møguleika fyri at menna og útvikla ressursurnar og potentialini í fult mát

  • Barnið og tann ungi skulu hava avbjóðingar, ið standa í rímiligt mát við, hvar tey eru í lívinum
 
  • Solidaritetur og meiningsfult pláss til øll
 
 

 

18. marts 2013

Læring fyri lívið


Nei, tað er ikki nøkur andsøgn ímillum at mennast og læra alt lívið, og  at sleppa at vera barn.

Problemið hjá okkum vaksnu er kanska meira, at vit missa tað spælandi barnið í okkum -  homo ludiens – avbjóðingin er, hvussu vit varðveita hugin at læra alt lívið og hvussu vit forða fyri, at alt endar í turrgeldari formalismu, við próvtøkum, testum, uttanhýsis evaluering o.s.fr.

At kravið til læring kemur uttanífrá og ikki innanífrá. Gamalt er, at hugurin drívur verkið.

Eina menning, ið leggur dent á, at vit øll eru so ymisk, og at vit eisini læra uppá ymiskan máta.

Hetta tykist ein kjarnin í øllum kjakinum: mótsetningurin millum læring og undirvísing. Vanliga definitiónin er, at undirvísing er skipað læring, meðan læring er tað sum fer fram allatíðini, eisini uttan fyri skipaða undirvísing.


Eri greiður yvir at eg seti tað eitt sindur fýrakantað upp, men tað er ikki heilt skeivt, at skúlin er eyðkendur av skipaðari undirvísing, meðan dagstovnaøkið er meira upptikið av læring. Prinsippiella ósemjan verður,  fyri ein part, hvussu eitt lærandi umhvørvi verður skipað, nær vit fara undir formaliseraða undirvísing – og hvat formaliserað undirvísing er. Hvat og hvussu verður lært um onnur tiltøk, enn skipaða fakliga læring, men ikki minst at skapa tey optimalu vilkorini fyri læring, soleiðis, at hugurin at læra verður hildin við líka restina av lívinum.

 
Tað er lítið at ivast í, at tey 6 til 7 ára ára gomlu eru komin onkunstaðni á lívsleið teirra, at okkurt meira skal henda enn vanligu dagstovnatilboðini,tað er væl kjarnin í øllum kjakinum. Men tað, sum so er tann stóri spuringurin er, um skúlin, soleiðis, sum hann er skipaður í løtuni, er tað besta tilboðið til tey, tí eiga vit at nýhugsa bæði økini.